“Málið um hjúnabandslógina fer ikki at vera eitt samgongu/andstøðumál.” Tað segði Løgmaður við Dag og Viku tann 10. september, í sambandi við at Nýtt Sjálvstýri hevði tikið seg úr samráðingunum um at skipa nýtt landsstýri.
Jógvan Skorheim segði í samrøðu við Dag og Viku hetta kvøldið, at spurningurin um uppboðssølu av fiski og hjúnabandslógin vóru tvær stórar orsøkir til, at Nýtt Sjálvstýri rýmdi frá samráðingarborðinum, men løgmaður vísti hesum aftur.
“Flokkarnir eru samdir um, at hetta er ikki eitt samgongu/andstøðumál, og at allir tinglimir standa frítt at atkvøða í tílíkum málum,” segði hann.
(Sí brot úr samrøðunum her):




