Hóast hann hótti við at útskrivað val og beinleiðis hevði at Edmundi fyri at leggja uppskot um eitt valdømi fram, kom løgmaður nú endilga út úr skápinum í morgun og bekenti at hann alla tíðina hevði verið fyri at Føroyar skuldu gerast eitt valdømi her og nú. Løgmaður og Edmund fingu í seinastu løtu hjáp frá Tjóðveldisflokkinum at fáa málið samtykt í løgtinginum.
Tað má sigast at løgmaður hevur spælt eitt ikki sørt villeiðandi spæl í hesum málinum.
Hann hevur fleiriferðir harta løgtingsformannin alment fyri av sínum eintingum uttan um samgonguna at leggja uppskotið fram og fyri tveimum mánaðum síðan sendi løgmaður út tíðindaskriv fyri har hann beinleiðis hótti við at útskrivað val um politiska semjan sum samgongan gjørdi ikki bleiv samtykt.
Men sum tingviðgerin nærkaðist var minni og minni at síggja til samgonguleiðaran og tá orðaskiftið varð í tinginum var eingin skipari á brúnni.
Løgmaður tók ikki orði hóast fleiri tingmenn spurdu eftir honum.
Men í morgun steig Føroya Løgmaður endiliga út úr skápinum og bekenti fyri Føroya Fólki at hann alla tíðina hevði verið fyri uppskotinum hjá Edmundi Joensen.
Hetta er eisini í tráð við tað sum Norðlýsið hevur skrivað í málinum, nevniliga at Føroya Løgmaður var pápi at uppskotinum og at hann saman við Edmundi hevði sett út í korti hvussu farast skuldi fram.
Men eftir er tann sannroynd at løgmaður fekk meirilutan av samgonguni ímóti sær – men honum líkt so fór hann inn aftur í politiska skápið – tí sum hann sjálvur segði .- komandi dagarnir fara at vísa um samgonguni verður lív laga.
Hesi orðini hjá løgmanni merkja at hann óivað ikki ætlar at koma út aftur úr politiska skápinum fyrr enn politiski veruleikin noyður hann til tað.
Merkisvert hvør ikki tók orð
Orðaskiftið á tingið í gjár var merkisvert á tann hátt at tað vóru rættuliga nógvir tingmenn sum valdu ikki at taka orði.
M.A. formaðurin í størsta andsstøðuflokkinum lat ikki við seg koma hóast Tjóðveldisflokkurin var avgerandi fyri at uppskotið hjá Edmundi varð samtykt.
Tað tykir sum um at Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt eina politiska avtalu við løgmann har flokkurin kemur í loyndum at taka sær av skitna politiska arbeiðinum við at stemma tey sokallaðu ópopuleru málini hjá Samgonguni ígjøgnum.




