Á tíðindafundi júst nú heitir løgmaður á okkum øll at verða umhugsin og ansa væl eftir hvørjum øðrum orsakað av korona. Vís øll fyrilit, haldið frástøðu. Eg eri errin av hvussu vit øll hava handfari hesa truplu tíðina, segði Løgmaður
Løgmaður segði millum annað:
- Øll sum koma til Føroyar eiga at verða serstakliga varin, kannið tykkum 3 dagar undan tit koma, verið síðani í heimauppihaldi í 6 dagar og kann farast út millum fólk um koronatestin er negativ – tvs ein 10 daga perioda
- Jólahald hjá skúlum og barnagørðum eiga ikki at verða fyriskipaðar
- Jólaguðstænastur verða einans stroymdar
- Innandurakappingar skulu ikki hava áskoðarar
- Matstovur og skonkistøð skulu lata aftur kl. 22.00
- Á nýggjárinum mugu vit ikki koma ov nógv saman
- Ongin er deyður og bert fá eru innløgd
- Vaccinatiónin nærkast í hvørjum. Í vikuni leggja vit fram eina vaccineringsætlan fyri Føroyar



