“Tað sum er hent í Havn er óheppið,” sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum í morgun, og hann mælir til eina samgongu í býráðnum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.
“Tað sum er hent í Havn er óheppið,” sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum í morgun, og hann mælir til eina samgongu í býráðnum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Harvið leggur hann trýst á býráðslimirnar hjá Tjóðveldi og Framsókn um at sleppa avtaluni við Fólkaflokkin, fyri heldur gera samgongu við Javnaðarflokkin.
Tað er ikki vanligt, at ein løgmaður leggur seg útí, hvussu ein býráðssamgonga verður skipað, og slettis ikki, hvussu aðrir flokkar enn hansara egni skulu skipa seg.
Lítið er at ivast í, at skuldi tað hent at somu flokkar sum mynda landsstýrissamgonguna skuldu skipað samgongu í býráðnum í Havn, so hevði Heðin Mortensen kravt borgarstjórasessin. Og júst har liggur trupulleikin.
Eingin ivi er um, at tá talan er um býráðsarbeiði, so hevur tann persónliga “kemiin” millum einstøku býráðslimirnar nógv at siga, og har hevur tað haltað millum borgarstjóran og Tjóðveldi í farna valskeiði. Serliga hevur Marin Katrina Frýdal verið atfinningarsom móti Heðini Mortensen, og hon sigur við Norðlýsið í dag, at hon roknar við, at samgongan sum nú er skipað verður tann sum kemur at stjórna Havnini tey komandi 4 árini.




