men eg kann ikki diktera hvat formaðurin í Sambandsflokkinum skal gera.
– Tað er sjálvandi átaluvert at ein einstakur samgongulimur – í hesum førinum løgtingsformaðurin – leggur eitt uppskoti fyri tingið uttanum samgonguna.
Norðlýsið skrivar, at sera stór misnøgd er millum samgongulimir – um at løgmaður roynir at renna undan semjuni, sum bleiv gjørd millum formennirnir í samgonguflokkunum, men hesa orðingin vil løgmaður ikki góðtaka.
– Tað er sjálvandi átaluvert at ein einstakur samgongulimur – í hesum førinum løgtingsformaðurin – leggur eitt uppskoti fyri tingið uttanum samgonguna.
– Uppskotið hevur eisini klovið samgonguna sundur í tveir partar og tí gjørdi eg mær tann ómak at royna at dyrka ein møguleika at finna semju.
– Hetta uppskotið bleiv lagt fyri á fundi í lítlusamgongu og har vóru vit samdir um, at vit hvør í sínum lagið skuldu gera eina roynd, at fáa samgonguflokkarnar at taka undir við broytingaruppskotinum.
– Eg var fult greiðir ivir at hvørgin parturin var glaður fyri uppskotið – men tað var vert at gera eina roynd fyri at vita um partarnir kundu liva við uppskotinum.
Kann ikki diktera Kaj Leo
– Eftir tann fundin endar mín uppgáva í hesum málinum og eg kann staðfesta at Kristian Magnussen og Jørgin Niclasen í hvør sínum lagið hava fingið undirtøku fyri semjuni.
– Men eg kann sum løgmaður ikki diktera, at Kaj Leo skal royna tað sama í Sambandsflokkinum og hann hevur síðani boða frá at hann ikki fer at taka undir við broytingaruppskotinum.
– Ístaðin fer hann at atkvøða fyri uppskotinum hjá Edmundi Joensen.
– Harvið má eg bara ásannað at royndin, sum løgmaður gjørdi fyri at fáa eina semju í málinum – eftir útsøgnina hjá formanninum í Sambandsflokkinum – ikki fer at bera á mál.
– Tí verður uppskotið hjá løgtingsformanninum eftir øllum at døma samtykt og so má løgmaður eftirfylgjandi meta um samgongan framhaldandi er før fyri at stjørna landinum.
– Eg haldið sjálvur at eg sum løgmaður havi staði við ábyrgd og víst á gongda leiðir – sum allir partar høvdu kunnað liva við – men eg kann sjálvandi ikki diktera hvat tingmenn skullu gera.




