Fleiri enn 200 fólk eru í dag komin saman til ráðstevnu um orðblindni.
Løgmaður setti ráðstevnuna við hesum orðum:
Eg fari at ynskja tykkum øllum hjartaliga vælkomnum á hesa ráðstevnu um orðblindni – bæði luttakarum og fyrilestrarhaldarum. Eisini fari eg at bera Lions Club og Rasmus Magnussen eina serliga tøkk fyri at hava tikið stig til ráðstevnuna og fingið fígging til vega. Tit hava gjørt eitt megnarátak til tess at varpa ljós á orðblindni og at lata ágóðan av Ólavsøkuframsýningini í Müller’s Pakkhúsi fara til endamálið.
Endamálið við ráðstevnuni er at vísa á, hvat kann og eigur at verða gjørt, soleiðis at orðblindir næmingar kunnu fáa holla fakliga útbúgving, hóast sítt lesibrek.
Sjálvandi eiga vit at gera alt fyri, at øll børn læra at lesa í fólkaskúlanum. Men fyri at náa hesum máli er neyðugt, at fólkaskúlin hevur serútbúnar lærarar, serlig undirvísingartilboð og amboð til teirra, sum hava lesitrupulleikar.
Ein serligur bólkur av lesiveikum eru tey orðblindu, og tað man mangan hava verið svárt hjá summum av hesum næmingum, sum hava stríðst seg gjøgnum skúlagongdina uttan at hava fingið serkøna hjálp.
Tað er ikki so, at eingi tilboð eru fyri lesiveik. Fólkaskúlin veitir serundirvísing í breiðum høpi í mun til fakligan serkunnleika og fíggjarligar umstøður. Men tað hevur tíverri ikki altíð verið nøktandi hjá teimum orðblindu.
Vit ynskja at bøta um hesi viðurskifti, tí tað eigur í dagsins samfelag at vera ein sjálvsagdur rættur, at øll fáa møguleikan at læra at lesa.
Vit liva jú í einum kunningarsamfelag, ið setur alsamt størri krøv til útbúgving og fakligan førleika.
Tí er tað at lesa lykilin hjá tí einstaka at kunna nema sær lærdóm, sum í flestu førum er fortreytin fyri persónligari menning og til at menna sín førleika í arbeiðslívi og luttøku í samfelagnum sum heild.
At lesa er sera týdningarmikil partur av lívsvirði okkara. Samfelagið hevur tað sum givna fortreyt, at vit øll duga at lesa. Og skulu vit fáa atgongd til lærdóm, so er lesiførleikin aftur ein fortreyt.
Í okkara grannalondum eru serligir skúlar fyri orðblind. Og tey hava eisini stóra vitan á hesum øki, sum vit kunnu læra av. Har verða serligar kanningar gjørdar, sum kunnu avdúka, um tann lesiveiki er orðblindur, og við serundirvísing, sum er løgd til rættis við atliti at orðblindni, kunnu hesir næmingar fáa serliga hjálp í at lesa og skriva, so at teir kunnu ogna sær eins haldgott fakligt støði, sum næmingar, ið ikki eru orðblindir.
Tað er eisini alneyðugt, at ung og vaksin, sum eru orðblind og ikki hava ognað sær nóg hollan lesiførleika sum børn, fáa tilboð um undirvísing, so at eisini tey kunnu menna sín førleika, sum kann lætta um í gerandisdegnum.
Fyri at tryggja, at vit koma longur fram áleið á hesum týdningarmikla øki, hevur Mentamálaráðið sett ein arbeiðsbólk at leggja eina ætlan fyri orðblindaundirvísing í Føroyum bæði við atliti at tilboðum til næmingar og eftirútbúgving fyri lærarar og serlærarar. Eisini er samstarv fingið í lag við Orðblindstovnin í Danmark og við Voksenskolen í Albertslund. Umboð fyri hesar stovnar fara at greiða frá sínum arbeiði her í dag.
Hóast orðblindni er ein stórur trupulleiki, er tað tó ein uggi, at hetta er eitt brek, sum tað ber til at gera nakað við. Eg vóni, at henda ráðstevna fer at geva íblástur til framhaldandi arbeiði at bøta um støðuna hjá teimum orðblindu og at menna útbúgvingarverkið á hesum øki. Við hesum orðum fari eg at ynskja tykkum øllum eina góða ráðstevnu.
Jóannes Eidesgaard
løgmaður




