– Sjálvandi hevur tað stóra ávirkan um okkara størsti kappingarneyti gerst limur í ES, sigur Kaj Leo Jóhannesen
Løgmaður er samdur við Jørgin Niclasen at her og nú verður eingin broyting, men verður Ísland lima inn í ES so er støðan ein heilt onnur.
– Sjálvandi hevur tað ávirkan á okkum at okkara størsti kappingarneyti umhugsar at fara inn í ES. Fólkaflokkurin var drívmegin aftan fyri Hoyvíkssáttmálan og hesin sáttmáli dettur jú burtur um Ísland gerst partur av ES. So her verður ein fullkomiliga nýggj støða og vit verða tá noyddir at samráðast við ES.
– Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna og um okkara størsti kappingarneyti velur at gerast limur í ES, so fer hetta at broyta fortreytirnar hjá okkum grundleggjandi.
– Ein íslendskur ES limaskapur fer m.a. at merkja at Íslendingar fáa møguleika at taka virðisøkingina av fiskatilfeinginum, sum í dag verður gjørd á virkjum í ES – heim til Íslands. Ein Íslendskur ES limaskapur gevur Íslendskum fiskavirkjum møguleika at fáa ES-stuðul og hetta kemur uttan iva at ávirka kappingarføri hjá føroyskum virkjum.
– So tá sagt verður at íslendskur ES limaskapur onga ávirkan far á føroyskan uttanríkis- og vinnupolitikk má verða ein misskiljing – ella verður tosað móti betri vitan.
Fylgja gongdini í Íslandi við áhugað
Løgmaður sigur at tað verður sera áhugavert at fylgja gongdini í Íslandi og hvat slag av limaskapi íslendingar velja at fara eftir.
– Vit hava longu tann fyrimun fram um Ísland at vit gjøgnum donsku krónuna eru fast kníttir at evruni og roknast kann við at íslandingar ynskja at fáa eina líknandi skipan, sum tryggjar íslendska gjaldoyrað. Spurningurin er um Íslendingar fara at arbeiða eftir leistinum hjá Turkalandi ella um vit fara at síggja eitt nýtt slag av limaskapi. Í øllum førum verður tað spennandi at fylgja kjakinum í Íslandi, tí eingin ivi er um at velur Ísland at gerast ES limaland – so verður altumráðandi at føroyingar ikki gerast eftirbátar.
Í løtuni er støðan í Føroyum óbroytt
Løgmaður leggur dent á at føroysku flokkarnir standa á sama stað í ES spurninginum sum teir so at siga altíð hava gjørt.
– Arbeitt verður áhaldandi við ES spurninginum og umráðandi er at serfrøðingabólkurin sum er settur sleppur at gerða arbeiði liðugt.
– Politisku flokkarnir í Føroyum, herundir Fólkaflokkurin, hava ikki givið nakra ábending um at teirra støða í ES spurninginum er broytt, men eg havi lagt merki til at mótstøðan ímóti einum møguligum føroyskum ES limaskapið ikki er so markant longur – og í løtuni mugu vit fáa so nógva vitan um ES sum gjørligt.




