Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður stuðlar avgerðini um at flyta Strandferðsluna

John William Joensen

Men samstundis harmast hann at starvsfólkini á stovninum skuldu lesa um avgerðina í fjølmiðlunum áðrenn tey vóru kunnaði.

Løgmaður stuðlar avgerðini hjá landsstýrismanninum

Í fjølmiðlunum sigur landsstýrismaðurin í Innlendismálum av avgerðin um at flyta Strandferðsluna til Suðuroy var tikin á landsstýrisfundi og at samgongan hevði viðgjørt málið?

– Reint formelt er tað sjálvandi landstýrismaðurin sjálvur sum hevur tikið avgerðina, men tað er rætt at hann legði tað fyri landsstýrisfundin og har var tosað um málið.

– Vit hava ikki viðgjørt málið beinleiðis í samgonguni, men tað hevur leingi liðið í kortunum at Strandferðslan skuldi flytast og vit hava av og á tosað um hetta í samgonguni.



Skilagóð avgerð

– Eg haldið at landsstýrismaðurin hevur tikið eina skilagóða avgerð og eg stuðli henni fult og heilt.

– Strandferðslan hevur alt sítt virksemið uttanfyri Havnina og stórsta vinnutóli er jú knítt at Suðuroynni.

– Yvirornað hevur tað eisini stóran týdning at vit taka slíkar avgerðir og eg haldi at tá tosða verður um nýggjar stovnar og stovnar sum ikki eru etableraðir eiga vit í stórst møguligan mun at leggja teir uttanfyri høvuðsstaðin.



Óheppin kunning

Løgmaður harmaðist um at avgerðin kom fyrst til fjølmiðlarnar.

– Leiðslan á Strandferðsluni varð kunnað fríggjadagin og áðrenn landsstýrisfundin, hevði portalurin fingið fatur á søguni. Hetta var sera óheppið fyri starvsfólkið á Strandferðsluni tí sjálvandi áttu tey at vera kunnaði áðrenn almenningurin.

– Hinvegin hava tey nú góðar møguleikar at seta seg inn í tað sum henda skal tí stovnurin verður ikki fluttur til Suðuroy fyrr enn 1. januar 2008.



Løgmaður vildi tó einki siga um nøkur kanning fór at vera gjørd av hvussu tíðindini lóku fjølmiðlunum.