Løgmaður fer seinri í dag ella í morgin at svara fyrispuringini hjá Jacob Vestergaard og í svarinum skilir løgmaður ímillum privatpersónin og Landsstýrismannin
Løgmaður fer at vísa á at Tórbjørn hevur onga skyldu at upplýsa løgmanni um privatu viðurskifti síni.
Spurningarnir sum eru reistir í málinum um Kongshavnar Útgerðarfelag (sum framvegis hevur eitt landskassaveðhald 41 milliónir krónur) og víðvíkjandi sølu av týðandi partabrøvum úr felagnum til sjálvan stjóran (Tórbjørn) eru privat viðurskifti hjá landsstýrismanninum, fer Jóannes Eidesgaard m.a. at greiða tinginum frá.
Í privatum málum eru tað skattamyndugleikarnir og aðar myndugleikar sum mugu meta um ymisku málini. Løgmaður hevur áliti á at TAKS fer at røkja sínar skyldur. Hóast løgmaður sigur seg ikki kunnu kannað privatpersónar so fer løgmaður í svarinum til Jacob Vestergaard at vátta at hann hevur sæð skjalprógv fyri, at Torbjørn Jacobsen hevur goldið fyri partabrøvini, ið hann keypti frá Kongshavnar Útgerðarfelag.
Løgmaður vísir á at fyri teir persónar, sum hava virkað, sum kanningarstjórar hjá løgmanni eru vanligu gegnisreglurnar ikki galdandi, men sjálvt um tær vóru galdandi so metir løgmaður ikki at ein av kanningarstjórunum var ógegniður hóast hann sjálvur hevði gjørt eitt prospekt, sum var rættiliga sentralt í málinum um handlaðu partabrøvini.
Løgmaður fer eisini at vísa á – at viðvíkjandi spurninginum um landsstýrismaður kann hava persónlig áhugamál á økjum, sum hann umsitir, so hevur Løgmaður heitt á landsstýrisfólkini um at geva løgmanni tilfar um vinnuligu áhugamál teirra – og tá hetta er komið løgmanni í hendi fer hann at meta um hvørt einstakt tilfeldið. Løgmaður metir ikki at landsstýrismaður er ógegnigur at viðgera mál sum annar landsstýrismaður er ógegnigur í.
Samanumtikið so vísir løgmaður á, í svarinum til fyrispurning hjá Jacob Vestergaard, at hann ikki hevur nakrar trupuleikar av ítøkiligu umstøðunum kring landsstýrismannin í fiskivinnumálum.
Løgmaður fer í løgtinginum at greiða frá at stovnar undir landinum eru í ferð við at kanna partar av persónligu viðurskiftunum hjá landsstýrismanninum og m.a. er Fíggjarmálaráði ikki er liðugt at avgreiða spuringin um landskassaveðhaldini uppá 41 milliónir krónur hjá Kongshavnar Útgerðarfelag.
Har er landsstýrismálanevndin heldur ikki liðug at viðger somu viðurskifti.
Skrivliga svarið frá Løgmanni er ikki enn komið á skránna hjá løgtinginum men vantandi verður tað í dag ella í morgin.




