Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður vil ikki gera bandaðar samrøður við KVF

John William Joensen

Í sending í Kringvarpi Føroya um EIK málið kom fram at Løgmaður ynskti ikki at luttaka í sendingini. Tá vit fingu fatur á Kaj Leo, gjørdi hann greitt at hann av egnum royndum hevði mist álitið á Jan Lamhauge, og tí ikki vildi lata seg brúka í eini sending um hetta álvarsmál. Eg luttaki einans í beinleiðis samrøðum í KVF tí eg havi sera ringar royndir av at verða viðgjørdur og kliptur av redaktiónini hjá KVF.

– Eg havi svara Jan Lamhauge skrivliga men hann valdi ikki at brúka hetta í sendingini.

-Landstýrið hevur í fleiri umførum roynt at útvega pening til kanning av EIK grunninum, men signalini úr løgtinginum vóru greið at man hevði ikki hug at avseta neyðugan pening og meira far løgmaður ikki gjørt.

– Á heysti í 2011 játtar tingið eftir umbøn frá landsstýrinum 500.000 kr. til kanningina. Játtanin kemur seint á heysti, og kanningin byrjar ikki fyrr enn fyrst í november. Ti verða bara 185.000 kr. brúktar. Rest fer aftur í landskassan, tá árið er úti.

– Tíðliga í 2012 ger Skrásetingareftirlitið eina fyribils niðurstøðu, og síðan biður landsstýrið aftur tingið um eina eykajáttan at arbeiða víðari við kanningini. Tá er eisini nakað nógv ligið út á árið, og tí verða bara 300.000 kr. játtaðar til endamálið. Allur peningurin varð brúktur.

– Aftur í 2013 (í apríl) biður landsstýrið í einum eykajáttanaruppskoti tingið um pengar til endamálið – 1.015.000 kr. Tá er tað meirilutin í fíggjarnevndini, sum gongur ímóti ynskinum hjá landsstýrinum og løgmanni.

Hetta framgongur eisini á tveimum landsstýrisfundum bæði tann 30. apríl 2012 og 20. august 2012, tá ið løgmaður á landsstýrisfundi, sambært fundarfrágreiðinginum, hevur lagt dent á, at tað hevur týdning, at kanningin av Eik grunninum verður gjørd liðug.

Hetta svar sendi eg eisini KVF men tey valdu so ikki at taka tey við, sigur Kaj Leo Holm Jóhannesen í samrøðu við Norðlýsið í dag og sambært honum hevur hann sagt seg verða tøkan til beinleiðis samrøðu í komandi viku..