Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmálaráðið stuðlar 11 útoyggjaverkætlanum

Løgmálaráðið

27 umsóknir komu inn um stuðul til útoyggjamenning í ár. Av teimum fáa 11 verkætlanir stuðul. Søkt var tilsamans um 4,3 mió. kr. Stuðulsjáttanin er 1,1 mió. kr.

 

Endamálið við játtanini er at stuðla verkætlanum, sum menna føroysku útoyggjarnar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum.

Útoyggjar, sum koma undir hesa skipan, eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.

Býtið av stuðli til útoyggjamenning sæst í talvuni niðanfyri.