Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LØGMANNSSKRIVSTOVAN: Bummgjaldi skuldi einans rinda fyri lántøkuna

John William Joensen

Tann 4. Mars 2002 sendir løgmannskrivstovan tinginum bræv undirskrivað av táverandi løgmanni og løgmannsstjóra við viðmerkingum til lógaruppskot 106 ”Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð” har greitt verður tinginum frá innihaldinum í lógartekstinum.

Tann 4. Mars 2002 sendir løgmannskrivstovan tinginum bræv undirskrivað av táverandi løgmanni og løgmannsstjóra við viðmerkingum til lógaruppskot 106 ”Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð” har greitt verður tinginum frá innihaldinum í lógartekstinum.

Í brævinum til løgtingið ger táverandi løgmaður og ovasti embætis stórin í fyrisitingini tinginum púra grett at bummgjaldið bert er ætlað til at niðurrinda lánini:

…..Leiðsla felagsins hevur upplýst, at teir í løtuni arbeiða við einari íløguætlan upp á kr. 330 mió. fyri samlaðu verkætlanina, gjørd upp í 2003-prísum uttan fíggjarkostnað, byggirentu og MVG. Partur av hesari upphædd skal tó fíggjast við bummpengainntøkum, so landskassans partur verður tilsamans kr. 225 mió, harav kr. 30 mió eru játtaðar í 2001. Írestandi kr. 195 mió verða sambært hesari anleggslóg játtaðar við kr. 32,5 mió árliga í seks fylgjandi fíggjarár, 2003-2008.

Sum greitt er frá omanfyri, er landskassans partur av fíggingini avmarkaður til hesa upphædd.

Afturat upphæddini upp á kr. 225 mió skal tó leggjast kostnaðurin av avleiddari vegagerð við Leirvíkar bygd, ið Landsverkfrøðingsstovnurin hevur ábyrgd av, og sum verður partur av landsveganetinum. Fyribils kostnaðarmetingin av hesi vegagerð er kr. 50-80 mió, alt eftir,hvør loysn verður vald. Dýrasta loysnin er at gera ein tunnil undir Leirvíkar bygd, men er samstundis tann loysnin, sum órógvar umhvørvið í bygdini sum minst. Landsstýrisma.urin hevur enn ikki avgjørt, hvør loysn, ið skal verða framd.

Samlaðu bruttoútreiðslurnar hjá landinum til verkætlanina verða tí uml. kr. 275-305 mió, um vegagerðin við Leirvík verður roknað uppí. Vegagerðin við Leirvíkar bygd er tó ikki fevnd av hesum lógaruppskoti, men verður neyðug at fremja, um Løgtingið samtykkir lógaruppskotið.

Um tunnilsverkætlanin verður framd, sleppur landið hinvegin undan at gera íløgur í nýtt (nýggj) skip til Leirvíksfjarðarleiðina og møguligar umbyggingar av havnunum. Ein leyslig meting av einum nýggjum, størri skipi við nøktandi kapasiteti ella tveimum smærri ferjum er uml. kr. 120-160 mió, umframt kostnað av møguligum havna umbyggingum.

Samlaðu nettoútreiðslurnar hjá landskassanum av undirsjóvartunlinum verða tí leysliga mettar til uml. kr. 115-185 mió, frároknað tær havnaumbyggingar, ið møguliga høvdu verið neyðugar, um undirsjóv artunnil ikki verður gjørdur. Avgerandi fyri samlaðu nettoútreiðslurnar er serliga, hvussu vegagerðin við Leirvíkar bygd verður framd…..

Felagið ber allan rakstrarkostnað av tunlinum, til hesin verður avhendaður landinum til ognar.

Tá yvirtekur landskassin rakstrarútreiðslurnar av tunlinum, sum leysliga verða mettar til kr. 5- 6 mió árliga. Verður landið sjálvtryggjandi , kann uml. kr. 1-1ó mió sparast árliga í útreiðslum til ábyrgdartrygging fyri tunnilin. Hinvegin má tá roknast við, at stórar útreiðslur fara at verða við ávísum millumbilum, so miðal árliga sparingin verður við tíðini helst munandi minni.

Stk. 3.

Her verður staðfest, at tað almenna fær ognarrættin til samlaða anleggið, tá íløgan er fult útgoldin.

Til § 3

Higartil hava nýtslugj.ld ikki verið kravd í Føroyum fyri nýtsluna av nøkrum tunli, sum tað almenna hevur latið byggjað. Hetta er tó kent fyribrygdi í øðrum londum, bæði tá tað snýr seg um tunlar og eisini størri motorvegir.

Hugskotið er, at brúkarin skal vera við til at fíggja størri verkætlanir, sum tað hevði verið torført at fíggjað við almennum peningi burturav. Landið hevur onga ábyrgd mótvegis lángevarum ella øðrum ognarum hjá felagnum, eins og landið ikki hevur nakra ábyrgd sum byggiharri ella ábyrgd av rakstri ella møguligum endurgjøldum fyri skaðar, sum kunnu standast av tunlinum.

Ætlanin er, at nýtslugj.ldini skulu fíggja bæði afturgjaldingina av lánunum til byggingina og raksturin av vegunum og tunlinum………..

Harleywoodpaint