Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmannsskrivstovan sent fyrispurningar til grannskoðaran hjá Klaksvíkar Kommunu

John William Joensen

Sjúrður Rasmussen, á løgmansskrivstovuni, váttar at teir nú eru farnir at kanna hvat grannskoð-arafyritøkan SPEKT visti um Phoenix málið

– Vit hava sent bræv til grannskoðara fyritøkuna SPEKT við spurningum um Phoenix málið.
– Vit vilja hava at vita um teir undir grannskoðanini eru kunnaðir um nevndu viðurskifti og hvørjar umhugsanir og viðmerkingar teir hava havt í hesum málinum, sigur Sjúrður Rasmussen á løgmansskrivstovuni.
 
Umsitingin ráðførdi seg við grannskoðara
Hóast grannskoðarin hjá Klaksvíkar Kommunu í samrøðu við Norðlýsið herfyri avsannaði, at hava givið grønt ljós fyri at seta pening í Phoenix fyritøkuna, so er tó neyvan ivi um at umsitingin hjá kommununi hevur ráðført seg við grannskoðara sín.
Hetta er vanlig mannagongd í tílíkum málum og harafturat sigur kommunulógin at tað er ábyrgdin hjá grannskoðaranum at syrgja fyri at kommunan tulkar lógina rætt í fíggjaviðurskiftum:

Í § 45 stk. 3 stendur:
Grannskoðarin skal hyggja eftir, um tann fíggjarliga umsitingin samsvarar við lógina, fíggjarætlanina, eykajáttanir og aðrar tiknar avgerðir.”

Tá hugt verður í roknskapirnar fyri tíðarskeiði, tá kommuna hevði pening í Phoenix Kapitaldienst, sæst at grannskoðarin onga viðmerking hevur.
Hetta er óivað eisini ein orðsøk til at Kommunan í dag heldur fast við at hon einki skeivt hevur gjørt í málinum og hevur tulka lógina rætt.