Løgmansskrivstovan er nú farin undir løgfrøðiligu kanningina av, um landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur framt brot á lóggávuna í sínum samskifti og sambandi við nevndina í Framtaksgrunninum.
Kanningin verður gjørd samsvarandi stýrisskipanarlógini § 33 stk. 3, sum sigur, at løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.
Løgfrøðiliga kanningin kemur at fevna um tíðarskeiðið eftir 3. februar 2004, tá ið hetta landsstýrið tók við. Tíðarskeiðið fyri henda dag fellir uttanfyri heimildirnar hjá sitandi løgmanni.
Tað er Løgmansskrivstovan, sum stendur fyri og ger løgfrøðiliga kanningararbeiðið. Í hesum sambandi hevur Løgmansskrivstovan eisini heitt á uttanhýsis løgfrøðing at meta um tilfarið í málinum.




