Í skrivið til mentunarnevnd løgtingsins frá felagnum Føroysk Marknaðarfólk gongur fram at einans 63 % av føroyingum lurta dagliga eftir KVF og vísir felagið til eina kanning hjá Lógir í januar 2015. Kanning hjá Gallup í 2013 vísti at 81 % av føroyingum lurtaðu eftir KVF. Sambært brævinum hjá Føroyskum Marknaðarfólkum missa privatu útvarpssøðirnar eisini nógv.
Í skrivið til mentunarnevnd løgtingsins frá felagnum Føroysk Marknaðarfólk gongur fram at einans 63 % av føroyingum lurta dagliga eftir KVF og vísir felagið til eina kanning hjá Lógir í januar 2015. Kanning hjá Gallup í 2013 vísti at 81 % av føroyingum lurtaðu eftir KVF. Sambært brævinum hjá Føroyskum Marknaðarfólkum missa privatu útvarpssøðirnar eisini nógv.
Landstýrið ætlaði at nokta KVF sum fær skatt frá øllum føroya fólki at virka á privata lýsigarmarknaðinum, í kapping við privatu miðlarnar, men hetta hevði kosta arbeiðspláss hjá marknaðarfyritøkum í Havn og tí mælir felagið Føroysk Marknaðarfólk staðiliga landstýrinum til at ”varðveita henda sera týðandi lýsingarpallin”. Formaðurin í felagnum Føroysk Marknaðarfólk, umboðar eisini Tryggingarfelagið Føroyar sum seinastu árini hevur brúkt størri og størri orku at lýsa í útlendskum miðlum og hjá KVF, samstundis sum Tryggingarfelagið hevur brúkt minni orku til privatu miðlarnar.
Eisini felagið Samskifti har formaðurin er stjóri á lýsingarfyritøku í Havn mótmælir ætlanum at KVF ikki longur skuldi sleppa at kappast við privatu miðlarnar.
Endin var at landstýriskvinnan skrivar til mentunarnevndina at: …… at farið verður frá upprunaligu ætlanini um at hava eitt forboð móti útvarpslýsingum og inntøk um í hesum sambandi. …..
Meirilutin í Mentanarnevndini skrivar í álitinum til løgtingið um týdingin av at ”lýsingar pallurin” í KVF verður varðveittur og løgtingið samtykti at enda at KVF framhaldandi sleppur at kappast um privatar lýsingar við privatu miðlarnar – hóast eitt nú kappingarráðið hevur staðiliga mótmælt.
Endin var at løgtingið tryggjaði arbeiðspláss í Havn sum liva av at gera lýsingar til KVF og hetta hendir samstundis sum landstýrið arbeiðir við at arbeiðspláss umborð á skipum úr Norðoggjum og Eysturoynni sum virka í Barentshavinum skulu bjóðast út.
Tað er eisini vert at bíta merki í at føroyingar í stórum tali flýggja frá KVF hóast monoplstøðuna og hóast serstøðu eisini á privata lýsingarmarknaðinum- men flýggjanin er eftir øllum at døma til útlendskar miðlar. Tí gevur tað onga meining at KVF framhaldandi sleppur at kappast við privatar føroyskar miðlar.
Les meira her
http://logting.fo/casenormal/viewCommitteeState.gebs?menuChanged=16&type=0&caseNormal.id=2610&caseState.id=15665




