Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingið játtar 7 milliónir til nýggja ítróttarhøll á Sandoy

John William Joensen

Gerhard Lognberg fegnast um at landið hevur bundið seg til at byggja eina ítróttarhøll inni í Dal á Sandoynni.

– Tað eru avsettar 7 milliónir krónir til bygging av eini ítróttarhøll við Meginskúlan á Sandoynni og hetta fegnist eg stórliga um, sigur Gerhard Lognberg løgtingslimur.

– Samstundis er samtykt at stovna eitt partafelag, sum skal byggja Sandoyartunnilin so eg kann ikki sigað annað enn eg eri sera væl nøgdur.

– Sandoyartunnilin verður bygdur eftir sama leisti sum Norðoya- og Vágatunnilin og eg kann bara staðfesta at somu persónar – sum vóru ímóti teimum tunnlunum – eisini hesuferð atkvøddu ímóti í løgtinginum.

Sambart Gerhard skal landið byggja ítróttarhøllina meðan kommunurnar í oynni koma at standa fyri rakstrinum.