Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingsformaðurin fer at eftirmeta valskipanina

John William Joensen

Páll á Reynatúgvu sum á løgtingsvalinum fekk 369 persónligar atkvøður og síðani varð valdur til løgtingsformann, var í Klaksvík hósdagin eftir valplákatum, sum vinfólk í Klaksvík høvdu tikið sær av síðan løgtingsvalið. Eg farið at taka stig til at valskipanin verður eftirmett, tí verandi skipan varð sett í verk uttan nakra fólksliga tilgongd og vit mugu ásanna at hon leggur upp til at persónligu atlitini hjá einstøku tinglimunum eru farin at vigað meira enn flokkar og hugsjónir.

Í gjár var løgtingsformaðurin á ferð við lastbili í Streymoy, Eysturoy og Norðoyggjum har hann avheintaði plakatir sínar frá løgtingsvalinum, sum vinfólk kring landið høvdu tikið sær av.

Hann fekk eitt kaffiprát á Norðlýsinum har tosið fall inn á valskipanina, sum við minst møguligum meiriluta í løgtinginum varð broytt til eitt valdømi og løgtingsformaðurin var avgjørdur.

– Vit eiga at eftirmeta valskipanina. Broytingin til eitt valdømi hendi uttan nakra fólksliga tilgongd. Hon hevur havt sína góðu ávirkan á at vit fingu eitt javnari bíti millum kynini í løgtinginum. Men samstundis síggja vit at flokksskipanin er vikna og skipanin leggur upp til sjálv profilering og at tað loysir seg at vera illoyalur, at markera síni sermál soleiðis at man verður sjónligur í fjølmiðlunum. Tað tykist sum um miðlamyndin hevur sera stóran týdning og tí eru einstøku tinglimirnir farnir at vigað meira enn flokkarnir og hugsjónirnar. Hetta ger politiska arbeiði meira trupult og tí er harðliga tiltrongt at vit eftirmeta valskipanina.