Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Løgtingsformaðurin: – Fundur verður í morgin

Jóhann Lützen

Páll á Reynatúgvu sigur við Norðlýsið at fundur við lýstari skrá verður í morgin

Fyrsta mál á tingfundinum í morgin er Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, tann sokallaða fiskivinnunýskipanin. 

Nú onkur tinglimur í samgonguni berst frá, at møta á tingfundinum í morgin, settu vit okkum í samband við Páll á Reynatúgvu, løgtingsformann og spurdu hann um hvussu verður við fundinum í morgin. 

– Tað verður tingfundur í morgin við lýstari skrá, vórðu greiðu boðini frá løgtingsformanninum.  

Skráin fyri fundin kann síggjast her. 

Harleyfacadeacryl