Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingsformaðurin gevur ilt av sær

Jóhann Lützen

Á sínum facebook vanga ilskast Páll á Reynatúgvu inn á mannagongdirnar hjá Strandferðsluni, í samband við Sandoyarsiglingina

Løgtingsformaðurin skrivar:

Veit ikki hvat eg skal siga um handfaringina hjá Strandferðsluni av Sandoyarsiglingini, uttan at gerast ljótur í orð og tal.

At Teistin ikki siglir kemur javnan fyri, tíverri. Men at tað javnan kemur fyri at eingin veit hvat so hendir, og ei heldur gevur ferðafólkunum eina rímiliga kunning, er grátiligt.

3 tímar eftir at fráboðað varð at Teistin hevði tøkniligar trupulleikar, koma boð um at Sildberin????, skal sigla ístaðin, kl. 21.00.

Eingin Sildberi kl. 21.00. Og eingin kunning um at hann er seinkaður. Sigldi 21.28!

Strandferðslan kundi gjørt sær eina góða gerð, og flutt kunningina til 2018, hóast tilbúgvingin á stovninum mest minnir um farnar tíðir.