– Formaðurin í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum John Jóhannesen var ikki nøgdur við at formaðurin í Tjóðveldinum hevði verið uttanlanda undir viðgerðini av fíggjarætlanini.
Fleiri tinglimir – m.a. John Jóhannesen vístu í morgun sína ónøgd við at landsstýrisfólk ikki møta í tinginum, tá mál sum umfatað teirra málsøkið verða viðgjørd í tinginum.
Í morgun tá m.a. skattaviðurskftið vóru til viðgerðar var landsstýriskvinnan í arbeiðsmarknaðarmálinum, Bjørt Sámuelsen ikki til staðar. Ístaðin tók formaðurin í Tjóðveldinum orðið og tað fekk øði í grindina.
Tingfólk vístu á at tað var ikki góður siður at landsstýrismenn blandaðu seg upp í viðgerð av málum hjá øðrum landstýrismonnum.
John Jóhannesen helt tað var undir allan kritikk at Høgni Hoydal hevði ferðast uttanlanda meðan fíggjarlógin hjá samgonguni var til viðgerðar í tinginum.
Løgmaður tók orði og vísti á at tað var óheppið at tingið viðgjørdi mál – tá landsstýrisfólk vóru uttanlanda í arbeiðsørindum. Hann fanst at formannskapinum í tinginu m og segði at landsstýrisfólk boða formansskapinum í tinginum frá tá tey eru uttanlanda – júst so at formannskapurin kann fylgja við um landsstýrisfólk hava møguleika at møta í tinginum.
Hergeir Nielsen, løgtingsformaður minti løgmann og landsstýrið á, at tað kom ofta fyri at landsstýrisfólk gloymdu at boða formannsskapinum frá at tey vóru uttanlanda – og at dømi var um hetta í vikuni.
– Eg farið tí staðiliga at heita á landsstýrisfólk um at verða til staðar í tinginum tá mál, sum viðvíkja málsøkjum hjá teimum eru til viðgerðar, segði løgtingsformaðurin.




