Tingfundurin endaði fyri løtu síðan í kaos, tá fleiri andstøðulimir ákærdu løgtingsformannin beinleiðis fyri at lúgva. Løgtingsformaðurin ætlaði at fáa tingið at atkvøða um at fáa málið um nýskipan av fiskivinnunevndini lagt fram – hóast, sambært løgtingsformanninum, at nevndin var ikki liðug at skrivað álit.
Tingfundurin endaði fyri løtu síðan í kaos, tá fleiri andstøðulimir ákærdu hann beinleiðis fyri at lúgva. Løgtingsformaðurin ætlaði at fáa tingið at atkvøða um at fáa málið um nýskipan av fiskivinnunevndini lagt fram – hóast, sambært løgtingsformanninum, at nevndin var ikki liðug at skrivað álit.
Men hetta fekk fleiri tinglimir at taka orðið og ákæra løgtingsformannin fyri at lúgva tí baði meirilutin og minnilutin í nevndini høvdu skrivað álit og latið tað inn. Ákærurnar flugu um oyruni tá løgtingsformaðurin legði fundin niður. Ætlanin er at taka fundin uppaftur seinri í dag.
Sum skilst so var reaktiónin frá andstøðuni so ógvuslig, tí hóast fleiri tímar eru farnir síðan baði meiriluti og minniluti, var liðugur við at skrivað síni álit, ætlaði samgongan álíkavæl atkvøða málið úr nevndini, so viðmerkingarnar frá andstøðuni ikki blivu tiknar við til aðru viðgerð.
Fólk úr øllum andstøðuflokkunum vóru á gosið og tað heglaði oman yvir løgtingsformannin við ákærum.
Løgtingsformaðurin helt fast um at hann einki álit hevði fingið frá vinnunevndini, men gekk tó til endans við til at niðurleggja fundin, so greiða kundi fáast á støðuni.




