Páll á Reynatúgvu tók orðið á tingfundinum í dag, tá byggigølan Glasir varð viðgjørd. Hann heldur at Rigmor Dam hevur ábyrgdina.
Løgtingsformaðurin heldur at tað er at halda politisku skipanina fyri spott, at ongin tekur ábyrgd. Páll á Reynatúgvu sigur við kringvarpið at Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum hevur ábyrgdina.
Málið um eykajáttan til Glasir er farið aftur í fíggjanevndina.




