Tað er ein viðkomandi spurningur um løgtingsformaðurin ikki hevur forbrotið seg móti tingskipanini, tá hann takkaði noy til innbjóðing frá Drotningini. At Páll á Reynatúgvu, tekur sín egna persón fram um formanskapin í løgtinginum eigur ikki at fara aftur við borðinum og løgtingið eigur at taka hetta fyri føroysku tjóðina sera óhepna málið upp.

TINGSKIPAN:
Formansskapur Løgtingsins
§ 14. Formansskapur Løgtingsins er hitt hægra fyriskipaða stýrið í Løgtinginum og umboðar tingið úteftir…….
At løgtingsformaðurin av persónligum orsøkum og tí hann persónliga hevur nakað ímóti Drotningini og Kongshúsinum og harvið takkar noy til at umboða løgtingið er eitt álvarsligt mál.
Í øllum føri skuffar Páll á Reynatúgvu og tí hevði tað klætt honum, um hann kom við einari almennari umbering.