Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingsformaðurin tók um stýrisvølin

John William Joensen

Løgtingsformaðurin, gjørdi í morgun greitt at um uppskotið hjá landsstýrinum um fiskivinnunýskipan , varð farið til 2. viðgerð í løgtinginum í morgun, so høvdu løgtingslimir ikki kent løgfrøðiligu- og samfelagsligu avleiðingarnar av tí teir samtyktu.

Tí var tað hansara skylda sum formaður fyri Føroya Løgting at geva politisku skipanini ein møguleika at rógva afturá aftur soleiðis at broytingarnar sum fóru at hava stórar avleiðingar við sær fyri land og fólk, fingu tíð at blíva betur ankraðar í politisku skipanini og fólkinum.

Hann segði eisini í samrøðu við KVF, at hann fleiri ferðir hevði gjørt leiðararnar í samgonguni varðugar við at tað legði eitt alt ov stórt press á skipanina hjá løgtinginum, at koma við einum so víttfevnandi uppskotið, sum samstundis skuldi viðgerast uppá so stutta tíð. Tá løgtingsformaðurin kundi staðfesta hópin av broytingaruppskotum til aðru viðgerð, og at tað ikki bleiv lurta eftir honum, hevði hann einkið val.

Hann vónaði at hetta fór at geva samgonguni og allari skipanini neyðugu stundirnar at viðgera málið á rættan hátt.  

Løgmaður var ikki til staðar í løgtinginum,og tað ljóðar at hann framvegis er í summarfrí.

Hoyr samrøðuna her