Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingsformaðurin: – Vit standa sum ryssa yvir deyðum fyli

Jóhann Lützen

Páll á Reynatúgvu gevur ilt av sær í dag á sínum facebook vanga. Tað er støðan við vánaliga ferjusambandinum kring oyggjarnar, ið fær løgtinsformannin til knappaborðið

Páll á Reynatúgvu skrivar:

 

Eg skilji tey so ótrúliga væl!

Tey eru kedd, hørm, óð, og ikki minst vónsvikin av støðuni. Og tá so lítið og einki frættist um batar á leiðunum, so er onki at siga til at vit øll í samgonguni standa fyri skotum.

Og tað løgna er at eingin av tinglimunum í samgonguni (ella andstøðuni) hevur verið ímóti, at vit fáa eitt hóskandi avloysaraskip til Strandferðsluna.

Kortini standa vit enn, meira enn tvey ár eftir at landsstýrismaðurin av sínum eintingum avlýsti nýggju Nólsoyarferjuna, sum ryssa yvir deyðum fyli og einki hendir.

Ruðuleiki hjá flestu útoyggjum, eingin veit hvørki út ella inn. Aftur ella fram. Hetta ber snøgt sagt ikki til.

Onkur hevur ábyrgdina. Strandfaraskip Landsins. Sjóvinnustýrið. Samferðslumálaráðið….og sjálvsagt landsstýrismaðurin, Henrik Old.

Um eingin innanvert hesar stovnar er førur fyri at samskipa eina nøktandi loysn, so mugu stig takast at skifta lyklapersónarnar út.

Eg skal fegin skipa fyri einum felagsfundi fyri allar partar, um eingin annar tekur stig til eina loysn á kreppuni, tí sum sagt tað nyttar lítið at hava nógvar leiðarar, um teir ikki eru egnaðir at finna loysnir sum gagna fólkinum.

Tað gongur sjón fyri søgn!

Harleyfacadeacryl