Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingsformaðurin onga heimild at leggja uppskot fram

John William Joensen

Løgtingsformaðurin hevur onga heimild at leggja uppskot fyri tingið – sigur Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur, sum var við til at skriva stýrisskipannarlógina.

§ 15. stk. 1 í stýrisskipannarlógini: “Løgmanni, landsstýrismonnum og løgtingsmonnum eru heimilað at seta fram uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og aðrar samtyktir.” 

– sostatt hevur løgtingsformaðurin onga heimild til at leggja lógaruppskot fyri tingið, sigur Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur, sum dagliga starvast á løgmannsskrivstovuni.

Stýrisskipanin er sera greið
Sjúrður Rasmussen ger greitt at Løgtingsformaðurin ongar heimildir hevur at leggja uppskot fyri tingið.
– Stýrisskipannarlógin er sera greið á hesum økinum og tí er tað løgtingslimurin, Edmund Joensen, sum leggur uppskotið um broytingar í vallógini fyri løgtingið.
– At umsitingin í løgtingum loyvir honum at brúka titulin – løgtingsformaður, í uppskotinum – er ein reint umsitingarligur spurningur.
– Løgtingsformannskapurin hevur sambart stýrisskipanini ongar heimildir til at leggj uppskot fyri tingið – so tá tað verður sagt at tað er formans-skapurin, sum stendur aftan fyri uppskotið – er tað tí, at Edmund ynskir at senda politisk signal út um, at uppskotstillarin hevur stuðul til at leggja uppskotið fram. 

Viðgerin í formannskapinum sera løgin.
Í fjølmiðlunum hevur Edmund Joensen ført fram, at tá uppskotið var til viðgerðar í formannskapinum stóð á jøvnum í atkvøðugreiðsluni – men av tí at formannsins atkvøða er avgerandi – tá stendur á jøvnum – sambært reglunum fyri formannskapin – var uppskotið samtykt!

Sambært løgfrøðinginum, Sjúrða Rasmussen, er tað fullkomiliga irrelevant,  um málið kom til atkvøðugreiðslu ella ikki.
– Hetta eru bara politisk signal og hevur einki við formannskapin í løgtingum at gera – málið eigur løgtingslimurin Edmund Joensen.

Edmund brúkti formansskapin og løgtingsskrivstovuna
Tað hevur eisini verið ført fram, at við at brúka formannsskapin hevur Edmund Joensen fingið loyvi til at brúka umsitingina í løgtinginum til at skriva sjálvt lógaruppskotið – sum er rættuliga tekniskt.

Aðrir tinglimir, sum Norðlýsið hevur tosað við siga, at løgtingsskrivstovan er vanliga sera varðin við hvat hon ger fyri vanligu løgtingslimirnar.
Men í hesum málinum er løgtingsskrivstovan brúkt sum løgfrøðiligur ráðgevi.

Sjúrður Rasmussen sigur, at hóast nógv umrødda tingmálið verður lagt fram av tingliminum Edmund Joensen og ikki formannskapinum, so er tað upp til umsitingina í løgtinginum sjálva, at avgera havt hon verður brúkt til og ikki.

Vit hava roynt at fingið viðmerking frá løgtingsskrivstovuni, men tað hevur ikki eydnast okkum enn.

Edmund Joensen, og løgmaður hava í fjølmiðlunum gjørt greitt, at tað er formannskapurin í løgtingum, sum hevur lagt nóg umrødda tingmálið fram!

Báðir hava undirstrikað at tað ikki er løgtingslimurin – og harvið samgongulimurin Edmund Joensen, sum eigur uppskotið.

Tí er greitt at Edmund Joensen við at brúka formannskapin í løgtingum, sum uppskotsstillara – hevur brotið stýrisskipannarlógina.