Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingsfundur verður klokkan 11

Helgi Abrahamsen

Frágreiðing um dagsskránna hjá løgtinginum.

Frágreiðing um dagsskránna hjá løgtinginum.

Løgtingið kemur saman nú klokkan 11 og á skránni fyri tingfundin eru 5 mál sum skulu hava fyrstu viðgerð og framløga.

Fyrsta málið er ársfrágreiðingin frá Løgtingsins umboðsmanni. Tað málið plagar vanliga ikki at fáa nógv partapolitiskt kjak í gongd í løgtinginum, tí talan er meira um eina formliga avgreiðslu. Tó er tað onkuntíð komið fyri, at einstøk mál sum Løgtingsins Umboðsmaður hevur viðgjørt, hava fingið umrøðu í tinginum.

Síðani fer tingið at viðgera eitt mál hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um at broyta lógina um skatt av reiðaravirksemi. Landsstýriskvinnan sigur, at galdandi lóg er í fleiri førum so umsitingarliga krevjandi, at hon illa ber til at umsita. Skotið verður tí upp, at lógin verður broytt, soleiðis at hon verður lættari at umsita.

Kristina Háfoss hevur eisini lagt triðja málið fram, sum kemur til viðgerðar á tingfundinum í dag. Tað er uppskot um eykajáttanarlóg fyri september 2016.

Landsstýriskvinnan skjýtur upp at gera nakrar broytingar í fíggjarlógini. Millum annað verður søkt um at løgujáttanin til Skúladepil við Marknagil verður hækkað við 8,0 mió. krónur, sum skulu brúkast til hitaskipan.

Fjóðra uppskotið hevur Bárður Kass Nielsen, løgtingsmaður lagt fram vegna Nýtt Sjálvstýri. Hann vísir á, at í lógini fyri dagstovnar er eingin áseting um, hvussu lítla tíð eitt starvsfólk á stovni kann hava saman við einum barni. Skotið verður tí upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at endurskoða lógina um dagstovnar og dagrøkt, soleiðis at eitt lægsta mark av tímajáttan (minimumsnormering) verður ásett við lóg. Hetta skal tryggja eina betri góðsku á dagstovnunum og stimbra undir, at fyribyrgjandi trivnaðaramboð verða brúkt av heilsufrøðingum, dagstovnum og skúlum.

Bárður Kass Nielsen og Nýtt Sjálvstýri eiga eisini seinasta uppskotið á dagsskránni. Talan er um eitt uppskot til samtyktar har heitt verður á landsstýrið um at gera uppskot um at seta á stovn ein familjudepil, sum miðsavnar tænastur, sum hava við fyribyrging, ráðgeving og tilboð annars viðvíkjandi familjuviðurskiftum at gera, undir eina og somu eind.

Tingfundur verður eisini í morgin, men tá er bara framløga á skránni. Tá fer Kristina Háfoss at leggja uppskot til fýggjarlóg fyri 2017 fyri tingið.