Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingskvinna fegnast um, at prestur vil signað samkynd

Tordur J. Niclasen

Forkvinnan í Trivanðarnevnd løgtingsins er einheitur talsmaður fyri, at samkynd skulu kunna giftast.

Í samband við spurningin um hvørt samkyndkunnu verða signað innan kirkjugátt sigur hon Í samrøðu við Útvarpið 14.03.16kl. 18.00 : “Eg føli meg trygga í tí, sumverður sagt frá løgfrøðisligu ráðgevingini…og eisini frá tí siðvenju sumBispur leggur upp til, at kirkjan hevur, at uppá núverandi tíðspunkt, er taðikki møguligt,um so er, at lógin kemur í gildi, at samkynd par sum er giftborgarligt kann fáa tað signað í kirkjuni”.

Uppá fyrispurning hví málið er betri viðgjørtenn onnur mál, svarar hon m.a.”…hetta er nakað sum brýtur eitt lítið sindurvið eina siðvenju man hevur havt í í Føroyum……”

Fyri trimum døgum síðani segði  sama forkvinna í Trivnaðarnevnd løgtingsinsvið Útvarpið: “ Tað er sjálvandi at fegnast um, at prestur, í hesum føri JensMortan Mortensen,vísir jaligan hugburð at signað samkynd…”

Hon kennir seg trygga og vísir m.a. til“siðvenjuna” sum Bispur leggur upp til, samstundis sum hon fegnast um, at einávísur prestur vil signað samkynd(hetta sum er ímóti allari siðvenju) og sokemur hon til ta niðurstøðu, at  tað, at tveyav sama kyni kunnu giftast brýtur eitt lítiðsindur við eina siðvenju man hevur haft í Føroyum.

Orðaskvaldur uttan líkað, men samstundis einavdúking av, at siðvenjan, sum hon sipar til, hevur hvørki eitt ella annað atsiga.

Tá man er av teirri áskoðan, at giftarmálmillum mann og mann ella kvinnu og kvinnu bert brýtur eitt lítið sindur við eina siðvenju vit hava haft í Føroyum og atman samstundis fegnast yvir, at ávísur prestur vil signað samkynd,ið verða gift– ja, so er eyðsæð, hvat politiska ætlanin er í næsta umfari: Sjálvandi skulusamkynd eisini fáa loyvi at giftast innan kirkjugátt!! Hví skal tað verðaøðrvísi hjá okkum, enn tað er í grannalondum okkara ?

Vónandi er tað ein meiriluti á Føroyaløgtingi, sum virðismetir ta siðvenju sum eyðkent hevur okkara land til dagin ídag , nevniliga  hjúnaband millum mann ogkvinnu – ein meiriluti, sum við at fella nevnda uppskot, ið slóðar fyri vígsluinnan kirkjugátt.

 

Tordur J. Niclasen

Harleywoodpaint