Ein tinglimur kann gott hava síni egnu priatu áhugamál, sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum var við til at smíðja stýrisskipanina
Í stýrisskipanini stendur beinleiðis at løgtingslimir einans kunnu ábyrgdast av síni egnu sannføring.
§ 23. Løgtingsmenn eru bert bundnir av sannføring síni og ikki av forskriftum frá veljarum sínum.
Tað er ein beinleiðis rættur hjá tinglimum at hava síni egnu áhugamál, og teir flestu hava eisini síni privatu áhugamál.
Stýrisskipanin er uppbygd soleiðis at løgtingslimir einans fáast við lógarsmíð og hava tí einki við málsviðgerð at gera.
Landstýrismenn eru málsviðgerðar og teir eru undirlagdir lóggávu viðvíkjandi gegni og øðrum fyrisitingarreglum.
Um Jóhan Dahl ella onkur annar tinglimur starvast sum umboðsmaður fyri útlendska- ella føroyska stórfyritøku er fullkomuliga óviðkomandi fyri starvið sum løgtingslimur, sigur Bjørn á Heygum.



