Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingsvalið 2015

Dávur Eyðunsson Sørensen

Áheitan til flokkarnar og valevnini (eingin nevndur, eingin gloymdur).

Áheitan til flokkarnar og valevnini (eingin nevndur, eingin gloymdur).

Allir flokkar eiga at hava minst eitt umboð, sum setir seg gjølla inn í -og viðger KT-viðurskiftini her á landi. Hesi viðurskifti fevna m.a. um verju av ognarrætti til egið talgilt tilfar á Netinum, um borgarans privatlív, um skjala-standardar og dátutrygd, og um talgildu fíggjarskipanirnar sum virkir og borgarar nýta og um tær skipanir, sum almenna fyrisitingin nýtir. Og tað fevnir eisini um uppdyrkan av KT sum vøra á bæði heimamarknaðinum eins væl sum til útflutning og um menning av føroyska málinum, at tryggja verandi og komandi ættarliðum KT-amboð við føroyskum máli á markamótinum.

Áskoðan okkara í áhugafelagnum er, at

· ALLIR flokkar skulu skjótast gjørligt gera semju um eina víttfevnandi langtíðarætlan fyri føroyskt KT. Tað er eitt kompleks av avbjóðingum, sum skal loysast; tað ber illa til at pilka staklutir burturúr at loysa og lata restina fara.

· slík langtíðarætlan skal avráðast á hægsta politiska stigi og við luttøku av øllum flokkum á tingi, tí hon skal byggja á eina avtalu sum fevnir yvir 2, kanska 3 valskeið fyri at hava nakra vón um at eydnast og røkka inn í framtíðina.

· nýhugsan innan føroyska skúlan, úr barnaskúlanum og heilt upp á universtitetsstøði, er av størsta týdningi.

· besta tøkni -og hugsjónarliga grundarlag at byggja slíka langtíðarætlan á er Open Source. Kent fordømi er týski stóri býurin München (sí https://en.wikipedia.org/wiki/LiMux fyri útdýpan). Greiða tilmælið frá EU-Kommisiónini um størri gagnnýtslu av Open Source í europeiskum KT-verkætlanum er dømi um týdningin, Open Source hevur innan KT í dag og enn meir í framtíðini (sí http://ec.europa.eu/dgs/informatics/oss_tech/index_en.htm fyri útdýpan). Tað merkir at her er ein risamarknaður fyri føroysk KT-virkir, um tey er til reiðar.

· besti skjala-standardur at nýta í allari almennari fyrisiting er ISO-góðkendi ODF – bretska stjórnin hevur langt síðan ásanna hetta og lýst ODF at vera standardurin fyri skjøl í allari tí bretsku stjórnarumsitingini. (sí https://www.gov.uk/government/collections/open-document-format-odf-guidance fyri útdýpan).

· yvir eitt yvirskoðiligt áramál fer landið at spara fitt av peningi við at leggja allan almennan rakstur um til Open Source og við at borgararnir sum frálíður gagnnýta fyrst og fremst Open Source produktir privat, tí tá vil tað vera tað tey kenna frá arbeiðslívinum.

Hvat er Open Source? Stutt sagt snýr Open Source innan KT seg um at menna skipanir, har menningararbeiðið er fult gjøgnumskygt, t.v.s. ‘Open’ og har einumhvørjum stendur frítt fyri, undir sera liberalum treytum í Open Source lisensunum, at fáa fult, óskert og ókeypis innlit í ‘Source’, t.v.s. forrit-keldutilfarið til skipanirnar, og byggja víðari uppá hesar.

Nógvur peningur at spara: Kostnaðarmodellið innan Open Source er rættuliga sermerkt, við tað at allarflestu vanlig forrit í Open Source eru tøk til ókeypis nýtslu við fullum funktionaliteti. Til tey mest framkomnu forritini, sum kunnu nýtast til meir avanserað vinnulig endamál, ber harafturat til at gjalda fyri serligan víðkaðan funktionalitet og serkøna ráðgeving.
Hetta kostnaðarmodell er ein risa fyrimunur; menigmaður hevur ongar útreiðslur til forrit yvirhøvur, og almenni raksturin fer at spara heilt nógv, heldur enn at keypa forrit-lisensar til raksturin fyri óneyðuga nógvar milliónir hvørt ár.
Partur av sparingini skal nýtast til hesa langtíðarverkætlan, til lønir og t.d. til íløgur í skúlaverkið.

Betri trygd: Sterkastu og tryggastu skipanirnar fáast best i einum Open Source umhvørvi, tí fleiri eygu eru á potentiellar trupulleikar og vit síggja ofta at slíkir trupulleikar fáa ábøtur væl skjótari tá ið tað snýr seg um Open Source skipanir.

Talgildu Føroyar: Verkætlanin eigur at vera grundað á Open Source, bæði fyri at undganga vendor lockin, har man stavnsbindur seg til tann fyrsta veitaran og app lockin: man bindur seg til eina proprietera tøkni sum ikki samspælir við aðra tøkni, og útreiðslurnar til menningina og at tryggja at skipanir landsins rigga til allar platformar verða minni, men serstakliga tí tá er trygdin grundað á gjøgnumskygni og sum nevnt at fleiri eru um at halda eyga við at trygdin er í lagi.
Gjøgnumskygnið í Open Source gevur bestu trygdina; annars er trygdin einans rótfest í blindum áliti og tað er vælmeint men hevur lítið við trygd at gera.

Føroyskt mál: Skulu vit hava nakra vón um at fáa føroyskt mál fult integrerað á okkara talgildu eindir, kann tað bert lata seg gera gjøgnum Open Source. Optimala loysnin er, at landið setir gongd á arbeiðið at tillaga eina av mongu frælsu teldustýriskipanum, sum finnast í Open Source; hesar eru sum nevnt fult atkomuligar at broyta í, tískil er tað lutfalsliga einfalt at fara undir at umseta. Til samanberingar vil Windows, sum er mest útbreidda stýriskipanin til teldur í heiminum í løtuni, verða stórt sæð ógjørlig nakrantíð at fáa føroyska, tí kundagrundalagið her á landi er alt ov lítið fyri Microsoft at vilja bera kostnaðin av tí arbeiðinum.

Styrkur til skúlaverkið: Vit meta tað at vera av stórum týdningi, at Fróðskaparsetrið frá politiskari síðu fær til uppgávu at standa fyri hesi tillagan og við hóskandi játtan, sjálvsagt.
Hesar stýriskipanir eru fult atkomuligar, gjøgnumskygdar og skjalfestar; tað krevst einans at fólk verður sett at loysa uppgávuna.
Hóskandi kundi arbeiðið verið tvinnað saman við bæði undirvísing og gransking á Náttúruvísindadeildini og á Føroyamálsdeildini, eins væl og á Námsvísindadeildini, so útbreiðslan út á skúlarnar og til yngru ættarliðini verður kjølfest í okkara komandi lærarum og námsfrøðingum.

Gev gætur, at hetta er hugsað sum eitt óloysiliga samantvinnað kompleks, sum tað er alneyðugt at orða eina samlaða strategi fyri. Ikki at skilja so at alt skal gerast undir einum men raðfesting skal ásetast fyri alt kompleksið, stig fyri stig, so komið verður rætt frá byrjan og heilt fram á mál:
Eitt ríkt og dynamiskt KT-umhvørvi, so vítt gjørligt grundað á Open Source, sum er innbjóðandi at útbúgva seg innanfyri í Føroyum, sum skapar arbeiðspláss og er innbjóðandi hjá vællærdum útisetum at koma heim til, sum mennir og ber landsins egnu skipanum uppi, skapar produktir til heimamarknaðin og til útflutnings og við føroyskum máli á markamótinum til føroyska brúkarin.

Áhugafelagið Føroyingar og Open Source ynskir øllum flokkum og valevnum eitt gott val

Sí eisini Facebookbólkin Føroyingar og Open Source