Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour

Jóhann Lützen

Norðlýsið skipar fyri trimum valfundum undan løgtingsvalinum – í Haraldssundi, á Viðareiði og í Klaksvík

 

Valfundir

Týsdagin 17. Mars kl. 19.30 í bygdarhúsinum í Haraldssundi – Samferðsla, undirvísing og mentan.

Mikukvøldi 18. Mars kl. 19.30 í skúlanum á Viðareiði – Landbúnaður og kommunusamanlegging.

Sunnukvøldi 22 mars kl. 19.30 í Varpinum,– Haldføri/fíggjarpolitikk, ríkisrættarliga støðan, heilsuverki/almennaverki. bústaðarpolitikkur. 

Lokalu valevnini luttaka. 

Orðstýrari verður Jóhann Lützen.

Fundirnir eru almennir.

 

Felags valkáfe í Varpinum

Valfeløgini í Norðoyggjum ynskja at endurtaka súksé’ina við at hava felags valkafé í Varpinum til løgtingsvalið.

Byrjað verður sunnudagin 22. mars, tá valfundur eisini er í Varpinum.

Síðandi eru valkafé’irnar í Varpinum eisini opnar mánadagin 23. mars, dagin fyri fólkatingsvalið og mikudagin 25. mars, dagin fyri løgtingsvalið.