Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lokala KÍ-liðið vann á Sandi

Jákup Ósá

KÍ fór framum Víking og B71 í næstbestu deildini í kvøld.

KÍ vitjaði á Sandi. Hóast B71 kom á odda 1-0, so vendi KÍ øllum og vann 3-1. Málini skoraðu Eivin Sørensen, Silas Gaard og John Hermann Fuglø.

Á KÍ-liðnum vóru bara lokalir leikarar. M.a. byrjaðu bæði Børge Petersen og Óli Ey. Poulsen inni. Teir hava verið úti við skaða leingi.

KÍ fór framum B71 og Víking og liggur í løtuni á 4. plássi í 1.deild.