Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lokalfeløg, sjálvdráttur og politisk útbúgving

John William Joensen

– snøklar til orðaskiftið um Føroyar sum eitt valdømi

Gott at síggja, at áhugi er fyri at umrøða samfelagsstøðuna um Føroyar sum eitt valdømi. Íkomna støðan bæði eyggjar og argar. Tað er ikki altíð lætt, og einheldur altíð rætt, at brenna brýr, – men tá tað so hendir, gerst nýggi broytti gerandisdagurin tann veruleiki, ið fólk noyðast at hella seg til.

Breið uppstilling ikki bara góð
Eg havi verið ein av teimum, ið, síðani mítt politiska medvit varð skapt seinast í sjeytiárunum, havi verið sterkt ímóti teirri breiðu politisku uppstilling, ið hevur valdað innan allar politiskar flokkar í landinum. Ikki útfrá einum ódemokratiskum sjónarhorni, men meiri út frá tí praktiska veruleika, at tað als ikki er pláss fyri øllum valevnunum, hvørki í valstríðnum ella á tingi.

Søguliga sæð, so hava sjálvt teir stórstu flokkarnir, sjálvt í teimum stóru valdømunum, bert fingið ein, – og í allar besta mun tveir, limir valdar. Hetta veit veljarin frammanundan. Í einhvørjari politiskari innanhýsis tilgongd vita lokalu leiðslurnar eisini, langt frammanundan valið.

Alt annað er tokutala í mínum hugheimi. Hví so nýta tíð, pening, og eina kollossala orku til at eksponera upptil 16 valevni í einum øki, har bert ein verður valdur ? Oddafiskurin, ella báðir tveir, hava tørv fyri allari teirri tíð, avísbreddum og miðlaumrøðum annars, ið flokkurin fær tillutað í valstríðnum, men verður noyddur at kuta sítt politiska borðreiði niður í ómettandi molar, fyri at geva pláss fyri smáu murtunum, – orsaka orðavalið. Í míni verð hevði verið nógv rættari, um hetta við lokalfeløgnum hevur so stóran týdning (til annað enn partapolitiskan hugna og sosiala samveru), at skipa fyri lokalum undankappingum ímillum lokalu valevnini, fyri at finna fram til, hvøri tey, í mesta lagi tvey verða, ið tveitast skulu út í endaligu orrustuna. Tá høvdu vit fingið veruligt valstríð.

Sjálvdráttur hevur valdað, lokalfeløgini skálkaskjól
Sannleikin er ikki altíð so væl lýddur, verður sagt. Í politikki valda ofta harðir orðadráttir, og sannleikar verða snikkaðir og sminkaðir so teir fella í politiska landslagið. Eitt undirskot kann gerast til yvirrskot við at nevna tað við øvugtum fortekni o.s.fr. Gløggi lurtarin dugur sjálvsagt at telja dagar ímillum, tá fremstu politisku orðasnidlingar dystast, og ger sær sína persónligu fatan av innihaldinum í tí sagda.

Men tað tað verður sagt, at nýggja avgerðin við Føroyum sum eitt valdømi, fer at gerast mønustingurin fyri lokalfeløgini, so dugi eg ikki at síggja farran av logikki í hesum. Tvørturímóti meti eg, at tað verður eins og við kommunusamanleggingini, at vit fara at síggja økispolitisk lokalfeløg, – ella tað vóni eg inniliga at vit fara at síggja. “Neyðin lærin nakna kvinnu at spinna”, og skula økini í Føroyum gera sær dælt í politikki framyvir, og veruliga fáa ávirkan, mega tey stinga høvdini saman, og gera økis-logiskar uppstillingar, ið hava til fremsta endamál, fyrst at finna fram tey best egnaðu valevnini, og í øðrum umfari, at skipa teirra økisarbeiði soleiðis, at veljarin miðvíst verður ávirkaður til tess at stuðla røttu viðkomandi.

Egoisktiskt
Hetta ljóðar møguliga “egoisktiskt” í fyrstu syftu, men verður eftir míni meining ein neyðug broyting. Afturlítandi, við teimum royndum sum eg havi, so hevur verandi skipan við lokalfeløgum, uppstilling og stillarum, ikki verið annað enn eitt “vakurt antlit” úteftir, har øll tey mongu valevnini hava: “Klórast og klandrast (í sjálvdrátti) um dagin, men hálsfevnst sum trøll um náttina (í lokalfeløgunum)”.

Nýggja valskipanin fer við tíðini at krevja, at lokalfeløgini gerast økisfeløg við einum hógv hægri politiskum setningi og sikti, enn vit kenna til í dag, – skal livast upp til ætlanina við nýggju lógini. Lokalpolitikkur fer vónandi at gerast konstruktivur økispolitikkur.

Politisk útbúgving
Triðja evni, ið eg havi hug at blaka til umrøðus, er kravið til førleika, ið vit seta okkara valevnum. Orðið “livibreyðs-politikari” verður ofta nýtt við negativari merking. Men í grundini er tingið mannað við 32 livibreyðs-politikarum, og einki er meiri náttúrligt enn tað. Men vit seta mestsum eingi krøv til, hvørja útbúgving ein politikari skal hava sum minstamark, – og er hetta møguliga ikki heilt rætt ?

Ikki tí,

vit skula til eina og hvørja tíð hava møguleika fyri, at ein og hvør, uttan mun til bókliga útbúgving, kyn, húðalit ella samleika, skal hava møguleika at bjóða seg fram í politisku skipanini,

men tað er ein stórur spurningur, um vit ikki undirminera størvini, við ikki at seta størri krøv til valevnini ?

Ein og hvør flokkur eigur tí, eftir mínum tykki, at skipa sína innanhýsis undivísing av ungum evnaríkum politikarum, skilt á tann hátt, at tey, tá tey verða sett á barrikaturnar, hava allar neyðugar grundleggjandi førleikar, so sum:

Duga at skriva, duga at grundgeva, hava lokið roynd innan grundleggjandi samfelagsviðurskifti, kenna valskipanina, hava kunnleika til miðlaframløgur, hava evni at kjakast og annars duga sær hógv í tí dagliga við atliti til atburð, átrúnað, rúsevni og respekt mótvegis øðrvísi hugsandi.

Hetta bert fyri at nevna nøkru uppløgd evni.

Alment politiskt akademi
Møguliga skal okkara høgt metta ting vera somikið framkomið, at tað, við parti av peninginum til politiska upplýsing, setir á stovn eitt tvørpolitiskt akademi (t.d. undir fróðskaparsetrinum), har politiskir flokkar, og aðrir samfelagsbólkar við breiðum almennum áhuga, fáa møguleika at grundútbúgva sínar framtíðar leiðarar við eini grundleggjandi samfelagsligari útbúgving, har fremsta sikti er at gera fólk før fyri at klára seg í politiska umhvørvinum og gerast góðir framtíðar samfelagsleiðarar í einum valdømi.

Við valkvøðu
Jógvan Eliasen