Lokali parturin í KÍ var stórur í fyrsta umfarinum.
KÍ hevur í ár 9 av 21 sáttmálaleikarum uttanífrá. Í uppstillingini í dag vóru tó 7 av 11 leikarum lokalir og samanlagt vóru 8 av 13 leikarum lokalir av teimum, sum spældu í dag hjá KÍ. Tveir av útlendsku leikarunum, Darous Lewis og Takuya Matsunaga, komu ikki á vøllin í dag. Kristian Joensen hevur verið skaddir í eina tíð og er júst blivin frískur, meðan Deni Pavlovic hevði leikbann. Nevnast kann, at 17 ára gamli Jonn Johannessen spældi sín fyrsta dyst frá byrjan fyri besta liðið hjá KÍ í dag.
Lokali parturin (7 av 11) hjá KÍ í uppstillingini í dag var hesin:
39 ár: Meinhardt P. Joensen
25 ár: Ísak Simonsen
22 ár: Jóannes Bjartalíð
21 ár: Jóannes K. Danielsen
20 ár: Jákup B. Andreasen
17 ár: Óli Ey. Poulsen
17 ár: Jonn Johannessen
Miðalaldur: 23,0 ár (20,3 ár um Meinhardt ikki er taldur uppí)



