Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lokalpolitikkur drepur landspolitikk

Bogi Andreasen

Nú undrast kanska nógv á, at ein býráðspolitikari borðreiðir við slíkari niðurstøðu í yvirskriftini, men tíverri er hetta veruleikin í føroyskum politikki. Tey ringastu at reka lokalpolitikk eru ikki tey, ið vald eru til tað, men tey, sum vald eru at reka landspolitikk. Nevniliga tey, ið sita á Løgtingi og í Landsstýri.

Nú undrast kanska nógv á, at ein býráðspolitikari borðreiðir við slíkari niðurstøðu í yvirskriftini, men tíverri er hetta veruleikin í føroyskum politikki. Tey ringastu at reka lokalpolitikk eru ikki tey, ið vald eru til tað, men tey, sum vald eru at reka landspolitikk. Nevniliga tey, ið sita á Løgtingi og í Landsstýri.

Sjálvur stuðlaði eg avgerðini um at gera Føroyar til eitt valdømi, men her fóru bæði eg og nógv onnur við mær so dyggiliga skeiv. Støðan við nalvaskoðandi lokaláhugamálum á

Løgtingi hevur ongantíð verið verri enn hetta seinasta valskeiðið, har tað fyrst og fremst hevur snúð seg um at kradda til sín heldur enn at hugsa, hvat tænir landi okkara best. Vónandi eru vit í eini lærutilgongd, sum so líðandi javnar seg, men ein loyvir sær at ivast, tí tað hevur verið so grelt í mongum førum.

Dømini um, at lokalpolitikkur skuggar fyri øllum øðrum hjá ávísum landspolitikarum, eru nógv. Tað er, sum um endamálið í sjálvum sær er, at bara hetta ella hatta ikki verður lagt í Havn, so er spælið vunnið. Stovnar, skipanir og eindir av ymiskum slagi verða heldur pettað sundur, so tað hvørki verður fuglur ella fiskur, í staðin fyri at hugsað verður um, hvussu vit styrkja tær ymsu eindirnar og gera tær so máttmiklar, sum gjørligt. Júst so tað verður øllum borgarum at frama og ikki bert tænir sum arbeiðspláss í einum lokaløki. Hetta seinasta tykist vera tað, sum alt ov ofta liggur politikarum fremst í huga, ístaðin fyri at hugt verður at innihaldi og endamáli fyri, hvørja uppgávu stovnurin ella eindin hevur.

Eg havi ikki hug at nevna ítøkilig dømir, tí so veit eg, at orðaskiftið fer av kós og kann gerast eitt skotgravaskríggj um hendan ella handan stovnin. Tey flestu, sum fylgja nøkulunda við, vita, at hetta er tað, sum fyriferst á politiska pallinum. Vit síggja tað bæði innan almannaøkið, heilsuverkið, skúlaøkið og onnur økir. Eg fari tí at koma við einari inniligari áheitan á tykkum, sum eru vald at tæna øllum landinum, um at hava alt Føroya land í huganum, tá tit taka avgerðir. Tað er eitt minstakrav og skylda tykkara sum landspolitikarar at hugsa um, hvat tænir landinum best og ikki bert skoða egnan nalva.

Eg vóni tí, at tað verða visjónir vegna alt Føroya land, sum fara at eyðkenna valstríðið undan komandi løgtingsvali, sum helst ikki er so langt burtur. Livst so spyrst!

Bogi Andreasen, býráðslimur

Fólkaflokkurin