Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lokalpolitikkur og Klaksvíkar Sjúkrahús

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Aftur og aftur, tá tosað verður um Klaksvíkar Sjúkrahús, so verður orðið lokalpolitikkur brúkt. Soleiðis var enn einaferð í tíðindasendingini í útvarpinum í gjárakvøldi. Hesuferð tosaði útvarpskvinnan við fyrrv. landstýrismannin í heilsumálum, John Johannesen. John Johannesen gav lokalpolitikkinum og lokalpolitikarum skyldina fyri, at loysn ikki bleiv funnin á sjúkrahúsøkinum, tá hann sat sum landstýrismaður.

Aftur og aftur, tá tosað verður um Klaksvíkar Sjúkrahús, so verður orðið lokalpolitikkur brúkt. Soleiðis var enn einaferð í tíðindasendingini í útvarpinum í gjárakvøldi. Hesuferð tosaði útvarpskvinnan við fyrrv. landstýrismannin í heilsumálum, John Johannesen.

John Johannesen gav lokalpolitikkinum og lokalpolitikarum skyldina fyri, at loysn ikki bleiv funnin á sjúkrahúsøkinum, tá hann sat sum landstýrismaður.

Lokalpolitikkur

Lokalpolitikkur verður altíð brúkt sum nakað negativt. Sannleikin er, at Føroyar høvdu ikki verið so væl útbygdar í dag uttan lokalpolitikkarar runt úti um landið, sum kempaðu fyri sínum øki. Vit høvdu helst ongan Vágatunnil havt, ongan Norðoyatunnil, onga brúgv um Streymin, ongan Norðskálatunnil, Leirvíkstunnil og eg kundi hildið á. Alt var bara dottið niður á Vaglið í Havn.

Soleiðis eisini við samferðsluni. Ongin politikari í miðstaðarøkinum vildi funnið uppá at grenja um samferðsluna út til Fugloyar og út í Mykines. Tí eru lokalpolitikarar gull verdir fyri økini runt í Føroyum, men ein tornur í eygunum á “lokalpolitikarum” í miðstaðarøkinum.

Somuleiðis við skúlaverkinum og heilsuverkinum. Klaksvíkar sjúkrahús hevur leingi verið ein tornur í eygunum á mongum og mong eru tey, sum ynskja tað niðurlagt, tíverri eisini nógvir politikarar.

Fyrrv. landstýrismaður í heilsumálum og núverandi formaður javnaðarfloksins Aksel V. Jóhannesen flutti føðideildina av Klaksvíkar Sjúkrahúsi suður á landssjúkrahúsið, tí tað var tryggari. Eftirtíðin hevur síðan víst, at vit hava havt fleiri føðingar á landsvegnum á veg suður á landssjúkrahúsið. Hvar er trygdin í at eiga í bili á landsvegnum ? Tíbetur spældi alt væl av. Hvat er spart við, at føðideildin bleiv flutt úr Klaksvík ? Tað var íhvussu er ein dáragerð.

Kann upplýsa her, at WHO mælir til at decentraliserað føðideildir í heilsuverkinum.

Ein annar fyrrv. landstýrismaður hjá javnaðarflokkinum í heilsumálum John Johannesen ætlaði at avtaka lokalu sjúkrahúsleiðslurnar. Tað skuldi bara vera ein sjúkrahúsleiðsla. Vit kunnu bara gita, hvar hon hevði verið. Hendan leiðslan skuldi gera av, hvat bleiv gjørt á hvørjum sjúkrahúsi. Eg vænti, tað hevði verið ttuliga skjótt, at onki virksemi var á KS við tí leistinum. Hetta vildi verið enn ein dáragerð.

Hesin flokkurin ger seg enntá til talsmann fyri tey sjúku og veiku og tey minnimentu í samfelagnum. At senda hesi somu út á landsvegirnar langa leið og ofta í torførum umstøðum og í ringum veðri ger onki.

Vit kunnu bert gita um framtíðina hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi um ongar lokalar kreftir vilja kempa fyri tí. Neyvan nakar í miðstaðarøkinum fer at arbeiða fyri tí. Tað er íhvussu er mín heilt greiða fatan. Í heila tikið, hvussu sær framtíðin út í Føroyum, um ongar lokalar kreftir eru eftir at kempa fyri nøkrum runt í landinum á ymsum økjum. Hvør verður ríkari tá Føroyar ?

Sker íggnum !

Tað verður ikki friður fyrrenn landstýrismaður í heilsumálum, Karsten Hansen sker ígjøgnum og sigur, hvat fyri virksemi skal vera á hvørjum sjúkrahúsi.

Eg vil heita á landsstýrismannin í Heilsumálum um, ongantíð ov skjótt at melda út, hvat virksemi skal verða á hvørjum sjúkrahúsi ? Tað er ótolandi fyri allar partar at liva í óvissuni, og ikki minst hjá starvsfólkunum. Hesi hava krav uppá at vita, hvar tey skulu arbeiða ella ikki arbeiða í framtíðini

Landsstýrismaðurin hevur fingið mandat vísandi til samgonguskjalið, har tað stendur : Sjúkrahúsini skulu útbyggjast sambært langtíðarløguætlanini, og støða verður tikin til, hvørjar funktiónir skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi.

Landsstýrsmaðurin hevur minni enn eitt ár at fremja hetta í verki, so um landsstýrismaðurin veruliga ætlar at handla, so hastar tað.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

løgtingslimur.

Harleywoodpaint