Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lokalt golf og – guff í Havn

Oliver Joensen

Lokalt golf og – guff í Havn

Borgarstjórin í Havn er ikki hvør sum helst. Hann er borgarstjóri í høvuðsstaðnum, næstformaður í føroyska javnaðarflokkinum og formaður í kommunufelagnum. Ein máttmikil persónur í lítlum landi.

Hann vil byggja golfvøll í Havn. Hetta kostar, og tí leggur hann áherðslu á, at landskassin skal gjalda. Hann sigur m.a. at í hansara verð er golfvøllur eitt almentgagnligt endamál. Hann hevur altíð droymt um golf til allar føroyingar, og tí er tað púra nattúrligt, at landið skal gjalda. Hann sær fyri sær fjøld av hvíttskøddum golfarum, hvør við sínum tungtlastaða “caddie” koma tysjandi úr øllum oyggjunum og fylkjast í landsins høvuðsstaði til kappingar. Ja, kanska koma múgvandi ferðafólk heilt úr USA ella Australia, og øll leggja tey pengar eftir sær í Havn.

Í fleiri ár hevur verið meylað um, at ovasti myndugleikin fyri oyggjaleikirnar krevur, at ein golfvøllur er neyðugur, um Føroyar aftur skulu vera vertir. Hetta var ein treyt. Soleiðis mátti boðskapurin bæði frá ÍSF og ávísum “prominentum” politikarum fatast. Men nú, tíðin nærkast, vendist knappliga í holuni. ÍSF boðar nú frá, at vøllurin, við øllum sínum 18 holum, hevur ikki verið og er framvegis als ikki nakað krav, men heldur eitt lokalt ynski.

Vil kommunan hava golfvøll, so má hon sjálvandi, eins og aðrar kommunur, gjalda fyri tað. Oyggjaleikanevndin hevur ongantíð kravt annað enn at talið á ítróttargreinum hækkar úr ellivu upp í tólv. Hetta eru heilt aðrir tónar og kann gerast uttan at føroyski skattgjaldarin skal gjalda í dýrum dómum. Onkur mælir til kappróður, svimjing ella okkurt annað moderat í staðin fyri kostnaðarmiklan golfvøll.

Málið minnir ikki sørt um eitt “lokalt akvarium” í somu kommunu. Tað eydnaðist at flyta tað yvir á landskassan, tí tað skuldi hava eitt “almentgagnligt endamál”- serliga fyri skúlabørn. Stutt eftir skiftið, varð vist eitt stórt fuglasavn krøkt uppí. Gitt varð, at ókendi gevarin ikki hevði ráðini at eiga og røkja tað. Allir landsins skattgjaldarar fingu rokningina.

Óhepni ójavnin er bara, at børn úti um landið skulu gjalda munandi fyri at vitja akvariið. Tað sama skulu tímaløntir arbeiðarar og ikki minst útróðrarmenn úti um landið, sum fara at leggja vinnudagar niður fyri at ferðast til Havnar at venja, fyri seinni at royna seg móti fastløntum golfarum, sum kanska taka eina fríløtu fyri at betra sær konditalið.

Okkurt bendir á, at fløkja er íkomin millum tað kommunalu og landspolitisku hattarúgvuna hjá borgarstjóranum. Hetta er sera óheppið. Flokkur hansara slóðaði fyri at broyta vallógina frá sjey til eitt valdømi við teirri argumentatión, at kommunurnar skuldu reka lokalpolitikk og menna seg við at taka yvir týðandi stovnar og samfelagsmál frá landinum. Løgtingið skuldi reka landspolitikk.

Formaðurin í kommunufelagnum setir landspolitiska næstformanshattin á høvdið, førir landspolitikk og krevur beinleiðis, at aðrar kommunur í landinum nærmast skulu jarðleggja seg sjálvar. Óneyðugt, at vit skulu hava almennar stovnar, heilsuverk, miðnámsskúlar, sjónám ella tænastuvirksemi í Klaksvík. Samfelagsrationalið sigur, at slíkt liggur best í Havn, tí har er fakliga konsentrasjónin, kompetansan í hæddini. Havnin tænir flest brúkarum og er best hóskandi.

“ Havnin skal vaksa fyri at útjaðarin kann vaksa”.

Uttan iva eru tað borgarar í Havn, ið taka undir við slíkum pástandum. Borgarstjórin hevur jú als onga andstøðu í býráðnum har yvirhøvur. Men fyri føroyingar úti um landið er hetta møsn og púra perfidir politiskir pástandir, ið kunnu fáa álvarsligar avleiðingar, ikki bert fyri onkran politikara, men fyri alt landið.