Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Lokalt sølustað: Kundi tú hugsað tær at selt?

Jóhann Lützen

Síðani fyrst í mai mánaði hava hava bøndur, útróðrarfólk og onnur virkisfús fólk havt møguleika at selt mat við bátabrúgvarnar í Klaksvík. Hetta hevur eydnast sera væl.

Ætlanin er, at smátturnar standa øllum í boði at nýta og fyriskiparnir ynskja at hoyra fra tær, um hetta hevur tín áhuga. Til ber at selja føroyskan, burðardyggan og nýfiskaðan ella framleiddan mat.

 

Kundi tú hugsað tær at selt? 

Ring ella skriva til Gunnhild Dahl Niclasen á telefon 282878 ella Anniku S. Biskopstø á telefon 219011.

Tað er umhvørvisátakið Slóða Fyri, hjá Klaksvíkar Kommunu, sum hevur sett sjøtul á hesa royndarverkætlanina

 

Les meira her. 

Harleyfacadeacryl