Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lokalt tíðindafólk: Sera týdningarmikil dystur fyri Malta

Jákup Ósá

(Malta) – Vit eru ikki nøgdir. Vit høvdu væntað fleiri stig, tó at vit ikki høvdu væntað at vunnið bólkin.

Valhmor Camilleri er tíðindafólk frá Times of Malta. Hann sigur, at støðan í Nations League bólkinum er áleið sum vænta.

– Vit høvdu ikki væntað at vunnið bólkin, men vit høvdu væntað at fingið fleiri stig. Annars er støðan í bólkinum áleið sum vænta. Eg hevði væntað, at Kosovo vann bólkin, meðan Aserbadjan og Føroyar høvdu ligið aftanfyri, sigur Valhmor.

 – Hesin dysturin hevur sera stóran týdning fyri Malta, tí tað er dystur um ikki at enda aftast í bólkinum. Gera vit ikki somu mistøk sum leygardagin, so verður tað ein javnur dystur. Men eg havi Føroyar sum favorittar, sigur Valhmor Camilleri við Norðlýsið.

 

Dysturin á Malta í kvøld byrjar kl. 19.45.

Harleyfacadeacryl