Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Loksins lurtar javnaðarstjórnin

Tíðindaskriv

– Javnaðarstjórnin ger endiliga tað, sum Sambandsflokkurin og Vinstri hava mælt henni til í eitt heilt ár, men tað er í evsta tíma, um sleppast skal undan ES-boykotti, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins

– Javnaðarstjórnin ger endiliga tað, sum Sambandsflokkurin og Vinstri hava mælt henni til í eitt heilt ár, men tað er í evsta tíma, um sleppast skal undan ES-boykotti, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins

Eftir eitt samráð í matvørunevnd Fólkatingsins í dag er greitt, at stjórnin loksins vil siga ES-nevndini, at hon eigur at steðga við ætlaða boykottinum móti Føroyum, og at partarnir skulu samráðast á hægsta stigi – møguliga við einum altjóða stovni sum semingsstovni.

– Longu fyri einum ári síðani strongdi Sambandsflokkurin á Christiansborg saman við Vinstra á javnaðarstjórnina um at fara til verka á henda hátt. Tá snúði tað seg um makrel. Nú snýr tað seg um sild eisini. Stjórnin hevur skundað sær spakuliga. Tað er í evsta tíma, at farið verður til verka, um sleppast skal undan ES-boykotti, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Hann fegnast tó um, at stjórnin loksins tekur við ráðum.

– Nú fáa vit at síggja, um ES-nevndin vísir hógv og steðgar á. Eisini er umráðandi, at landsstýrið vísir vilja til at røkka einari semju, ið er nøktandi, sigur fólkatingsmaðurin.

Um tað kortini skuldi víst seg, at ES-boykottið gerst veruleiki, og at javnaðarstjórnin fer at luttaka í boykottinum, so heldur Edmund Joensen, at ríkisfelagsskapurin kemur í eina álvarsliga støðu.

Hann setur spurnartekin við, um Danmark hevur heimild til at boykotta ein ríkispart og ríkisborgarar, ið útinna lógligt virksemi.