Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lomb doyggja í hesum døgum

Oliver Joensen

Tað siga bøndur av Mykinesi, Viðareiði og av Fugloy, sum vit hava tosað við í morgun.

Úr Mykinesi sigur Eddie Lauritzen, at har hevur verið av ringasta veðri. Tað hevur verið sera vátt og vátaslettingur, men her liggur eingin kavi, tað hevur verið meira vindur enn so. Satt at siga, so var tað ikki vandaleyst at fara útum í gjárkvøldið og í morgun, vindmegin hevur ligið um 30 metrar um sekundið. Vit fáa onki gjørt sum støðan er, og tað er heldur ikki ráðiligt at forstýra seyðin nú hann hevur funnið sær skýlir. Men tað er heilt víst at okkurt lambið fer fyri skeyti í hesum døgum.

Ikki tíð, sigur Eddie Lauritsen, her er væl av skýli fyri høgættini í Mykinesi, og nógvar niðurfalnar kráir eru, sum geva seyðinum gott skýli, so her eru møguleikar at kroka undan grova regnuínum og vátaslettinginum. Tað er einki at taka seg aftur í, at hetta er tað ringasta sum kann henda lombunum beint nú.

Akki Heinesen, bóndi av Viðareiði sigur eisini, at har er av allar ringasta veðri. Allur seyðurin heur lembt fyri viku síðani, eg havi einar 50 ær inni her í bug og tað er sera ringt at halda skil á, tí ær taka lomb frá hvørji aðrari.

Tað, sum eisini trekkir niður nú er, at seyðurin var illa fyri av vetrinum tá lembingin kom fyri. Veturin hevur verið sera harður og hartil vátur, so hetta er strævið hjá okkum bøndrum fyri tíðina.

Teir vóru og góvu medisin í Villingadali 20 apríl, tá vóru um 20 lomb komin. Tey lombini eru helst komin so mikið fyri, at tey koma undan, men verri er helst við tí sum hevur lembt hesar dagarnar.

Eg ivist onga løtu í, at fleiri lomb klára ikki hetta veðrið. Tað er nógvur vindur og hartil ógvuliga vátt og kalt, so klára tey ikki upp á beinini beinanvegin, so er deyðin í durðinum.

Hvussu heystið fer at hildnast, tað er ein annar spurningur. Nú væntaðu vit so øgiliga gott heyst seinast, tí summarið royndist sum ongantíð fyrr, men vit fingu tó onki rekordár tá slaktið kom fyri, hjá fleiri var tað ikki meiri enn meðal og hjá øðrum langt undir, so í veruleikanum standa vit skít bíttir í so máta.

Úr Hattarvík letur Leivur Fuglø eisini illa at. Her er av ringasta veðri, kavin liggur oman í hálvan hagan og her hevur verið sera vátt, við vátakava og regni.

Her hjá okkum gongur alt úti, ongin hevur seyð inni, so seyðurin hevur tað ringt og tað er eyðsæð at lomb doyggja,. Eg havi sæð okkurt deytt lambið. Men tað er ikki veður at fara frá húsum, so eg veit onki um støðuna á Skarðsvík og aðrastaðni. Tað byrjaði at lemba her 25. April, so tað sum varð lembt fyrst klárar seg helst, men tað sum hevur verið lembt nú í illveðrinum, vátaslettinginum og regninum hevur havt tað ringt. Seyðurn stendur nú í kroki, so nú má standa til til veðrið aftur blíðkar, so fáa vit eina betur støðumynd.