Ein ótrúliga hugalig uppliving á Vatnsdalsvatni omanfyri Saksun. Eitt lómapar var á vatninum, har vit tríggir sílafiskarar ætlaðu at royna eydnuna. Lómabøgan lá á eggum.
Ein ótrúliga hugalig uppliving á Vatnsdalsvatni omanfyri Saksun. Eitt lómapar var á vatninum, har vit tríggir sílafiskarar ætlaðu at royna eydnuna. Lómabøgan lá á eggum.
Tað vil siga, at vit hildu hon lá á eggum.
Ongantíð áður hevði nakar okkara verið við hetta vatnið fyrr. Kvøldið í gjárkvøldið og náttin í nátt vóru, sum so mangan fyrr hesa tíðina á árinum, so ósigiliga vøkur.
Tá ið vit høvdu roynt eina løtu við tráðu, fór ein okkara at flyta seg eitt sindur runt um vatnið, at royna. Tá varnaðist hann bráðliga ein stóran fugl, sum lá í grasinum skamt við frá , í veruleikanum so nær, at tað var um reppið at maðurin ikki gekk seg á fuglin.
Hetta vísti seg vera lómabøga, ið lá á eggum. Ja, sjálvandi, tað er bara git, tí hóast vit vóru við vatnið frá umleið áttatíðina á kvøldi og til 01.30 um náttina, so fór bøgan ongantíð av, men lá trygg og bøldi, so okkurt sera umráðandi var hjá henni at verja.
Steggin hinvegin, var á vatninum tá vit komu, men hann rýmdi góða løtu seinni, men kom so aftur um miðnáttarleitið ella har á leið, og hóast vit tríggir treiskaðust við tráðuni, so rýmdi hann ikki aftur.
Ein ótrúlig uppliving í nátt. Vit lata myndirnar siga restina:




