Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Lómurin fær skjótt unga

Oliver Joensen

Mánakvøldi fóru vit tveir vinmenn ein túr við tráðuni. Náttúran dregur hesa tíðina, kanska serstakliga um kvøldarnar tá friðarligt er og ljósið er so ótrúliga vakurt.

Vit gingu niðan á eitt vatn. Í meðan vit eru har, bleiv kjaft svart í toku. Ein lómur lá og fleyt á vatninum, kavaði við hvørt, tað var sum so eingin serstøk sjón.

Tað eg ikki hugsaði beint tá var, at bøgan lá á eggum. Einaferð eg gangi spakuliga fram við vatninum, hetta er um midnáttarleitið og tætta tokan ger, at ikki er nógv ljós, tá flaksar brádliga undan fótunum á mær. Tað er lómabøgan, ið eg havi kløkka av reiðrinum. Ógvuliga harmur tók eg eina mynd av egginum og av parinum, ið lá uttanfyri og bíðaði til eg var farin. Skundaði mær so at flyta og eygleiddi fuglarnar eina løtu.

Jú varisliga fór bøgan aftur  at bøla, sníkti meg yvir at vissa meg um at hon var farin aftur á reiðrið og tók eina mynd.

Eitt toppantarpar sýntist eisini at búleikast við vatnið. Hóast fongurin við myndatólinum bleiv sera stórur eftir mínum tykki, so gekk minni væl við tráðuni, bert ein pinkulítil bleikja.

Ein sera stór uppliving eitt sera vakurt summarkvøld.