Hóast talið av løntakarum er hækkað nógv tey seinastu árini, so boðar Hagstovan í dag frá, at upphæddin sum verður útgoldin í lønum hækkar ikki. Triði ársfjórðingur í ár er fjórði ársfjórðingur á rað, har lønirnar eru um 2,1 milliard krónur.
”Bæði í 2014 og 2015 var javnur vøkstur at kalla hvønn ársfjórðing, men hesin vøksturin steðgaði í fjórða ársfjórðingi 2015, og síðani tá hava lønirnar staðið í stað,” skrivar Hagstovan.
Í juli í ár vóru 25.368 løntakarar, (árstíðarjavnað) í Føroyum. Hetta eru 1.600 fleiri enn á heysti í 2013.




