Í døgunum frá 21. juli til 28. juli í ár, stóð Alex Sólstein á odda fyri einum sera áhugaverdum túri til London og París.
Sum kunnugt vera túrarnir skipaðir saman við Atlantic Airways, Norðlýsinum og Alex Sólstein.
Nógvir túrar hava verið fyriskipaðir til London, og undirtøkan hevur verið sera góð. Vit valdu tí at royna nakað nýtt í summar, nevniliga ein túr til London við Atlantic, dvølja har nakrar dagar, síðani við Euro Star tokinum úr London undir Ermasundi og til París. Tokið sum sigst koyra um 300 km/t hevur gjørt túrin uppá góðar tveir tímar, okkara túrur við hesum tøkinum gjørdist tveir tímar og 23 minuttir.
Í París steðgaðu vit í tríggjar dagar, fyri síðani at fara aftur til London har vit eisini steðgaðu í tveir dagar, fyri síðani at flúgva heimaftur.
Vit hava fyrr skrivað um tær ymsu vitjanir vit hava gjørt í London, so tær eru helst kendar av øllum. París var tó nakað nýtt hesaferð.
Ein ótrúliga vakur býur, vit fingu eitt sera gott hotell, so rammurnar vóru í lagi, og vit kastaðu okkum útí vitjanir.
Vit komu til París um eittíðina mikudagin og fóru beinanvegin sightseeing í París við bussi. Hósdagin vóru vit uppi í Eiffel Torninum, sóu Notre Dame Kathedralin, hóast tað ikki bar bussinum til at steðga har og vitjaðu síðani á Louvre listasavninum, har vit millum annað sóu málningin av Monu Lisu.
Hæddarpunktið var tó vitjanin í Versailles slottinum, helst størsta slottið í heiminum. Her høvdu vit franska guide at hjálpa okkum ímeðan Alex umsetti, hon dugdi ótrúliga væl at greiða frá Ludvik XIV og tíðini hjá "Sólkonginum". Ein ógloymandi vitjan.
Aftur eitt gott produkt frá Norðlýsinum, Atlantic Airways og Alex Sólstein.
Vit hava einn eitt nýtt produkt, nevniliga túrin til Cotswolds 2. – 6. oktober, sum tygum kunnu lesa meira um her á síðuni og ikki at gloyma Londontúrin 4. – 8. September.




