Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Longu klárt at atkvøða til býráðsvalið?

John William Joensen

Hóast eingir valevnis-listar eru almannakunngjørdir – bjóðar Klaksvíkar Kommuna borgarum at koma inn í Miðluna at greiða brævatkvøðu

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu er ein áheitan á fólk um at atkvøða í Miðluni:

"Í samband við býráðsvalið týsdagin 11. november ber til at brævatkvøða í Miðlan. Sum vanligt verða tað ivaleyst ikki øll, ið verða heima valdagin 11. november. Hjá teimum ber til at greiða brævatkvøðu í Miðlan undan býráðsvalinum. Miðlan hevur opið gerandisdagar frá kl. 10.00 til kl. 16.00."

Vit ringdu til Miðluna at spyrja um hvussu hetta skal skiljast – og har var sagt at longu nú kunnu fólk koma inn at greiða brævatkvøðu.

– Hevur tú eina hylling á hvør stillar upp so kanst tú atkvøða longu nú, var sagt frá Miðluni.

Hetta kann tikjast løgið tí enn eru eingir valevnislistar klárir og einstu sum ein kann gita stillað upp – eru verandi býráðslimir.

Tað skal tó undirstrikast at hetta tó er fult í tráð við verandi lóggávu – men tað er kanska merkisvert at nú bert tveir mánaðar eru til býráðsvalið at almenningurin einans hevur fingið at vita um eitt býráðsvalevni – tað er  borgarstjórin sjálvur – sum fyrir stuttum var alment frammi og segði at hann fór at stilla upp.