Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LookNorth bjóðar kaffi og vaflur á Sjómannadegnum

Helgi Abrahamsen

Á LookNorth eru teir í ferð við at tøma út úr goymsluni, rudda og vaska í sambandi við Sjómannadagin.”Vit fara at baka vaflur og bryggja kaffi til eini 3.500 – 4.000 fólk,” sigur Árni Skaale, stjóri á LookNorth.

Á LookNorth eru teir í ferð við at tøma út úr goymsluni, rudda og vaska í sambandi við Sjómannadagin.

”Vit fara at baka vaflur og bryggja kaffi til eini 3.500 – 4.000 fólk,” sigur Árni Skaale, stjóri á LookNorth.

”Deiggið til vaflurnar fáa vit frá einum bakara, men alt verður bakað her. Og so hava vit eisini bílagt 60 litrar av fløta frá MBM og 50 kg. av súltutoyi,” sigur hann.

Ætlanin er at gestirnir á Sjómannadegnum skulu kunna vitja á LookNorth, har tey fáa kaffi og vaflur, umframt at til ber at síggja, hvussu arbeiðið fer fram á virkinum. Eisini fara nøkur av tingunum sum LookNorth framleiðir, at verða víst fram.

”Vit rigga hetta hølið til sum eina ”kafe”. Eini 100 fólk fara at kunna sita her samstundis,” sigur Árni.

”Á vegginum fara málningar at verða sýndir fram, og eisini havi eg biðið onkran komið at framført tónleik, soleiðis at vit fáa ein ”kafe-stemning”,” sigur hann.

Undanfarnu árini hevur stórur áhugi verið fyri tiltakinum hjá LookNorth, og í fjør mettu teir at millum 2.000 og 2.500 fólk vóru inni á gólvinum.

”Vit vita ikki hvussu nógv fólk koma her í ár, men vit vilja í hvussu so er vera væl fyrireikaðir,” sigur Árni Skaale.

Sambært skránni fyri Sjómannadagin hevur LookNorth opið frá klokkan 1 til 5, men Árni heldur, at tiltakið verður helst strekt eitt sindur longri enn tað.