Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Loppumarknaðurin væl vitjaður

Oliver Joensen

Tað er ikki at taka seg aftur í, at tiltakið Luksusloppur fær sera góða undirtøku, serstakliga á tunnilsdøgunum. Vit vóru ein túr á vitjan í KÍ høllini í morgun. Ógvuliga nógvir bilar vóru parkeraðir í økinum kring hallirnar og ikki minst var proppað við fólki í KÍ høllini.

Útboðið var sera fjøltáttað og ymiskt, ikki minst vóru fleiri matsølustøð, millum annað hevði matdeildin hjá Tekniska skúla ein forvitnisligan bás við smyrjibreyði. Eisini var terminalur í høllini, so til bar at heva sær nøkur oyru, um man bert hevði kort við.

Niðanfyri nakrar myndir:

Harleyfacadeacryl