Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Love Of My Life

Spaniastova

Í ár eru 70 ár síðani Freddie Mercury var føddur og 25 ár síðani hann doyði. Hóast hann fór alt ov ungur, megnaði hann, sum forsangari í Rokkbólkinum Queen, at gerast ein av heimsins bestu sangarum! Av kendastu løgum hansara kunnu nevnast Bohemian Rhapsody, Somebody to Love, Don´t Stop Me Now og We Are the Champions.


Til heiðurs fyri Freddie Mercury verður konsert og frásøgn í Spaniastovu mikukvøldið kl. 19.30.

Í front verður – kendi sangarin av Tvøroyri – Eyðun Ásason, ein av okkara bestu Mercury tulkarum.
Á pallinum saman við sær hevur hann Mikkjal Hvannastein, gitar, Jógvan Fróði Baldvinsson, bass, og Rana Nolsøe, gitar. Teir fara at framføra nøkur av kendu løgunum hjá Freddie Mercury.

Høvið verður eisini at hoyra frálíka frásøgumannin, Andras Sólstein, hugleiða um forsangaran í Queen, sum meir enn nakar rakk út um pallkantin. Og við síni fantastisku rødd rúnabant fleiri 100 túsund áhoyrarar kring allan heim.
Atgongumerki eru til keyps á www.atgongumerki.fo og møguliga við dyrnar frá kl. 18.30.