Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Loysing er fólkaræði

Óluva Klettskarð, forkvinna fyri Trivnaðarnevndini Eldri og Bústaðir

Í grein eftir Helga Abrahamsen verður Tjóðveldi kosið ódemokratiskt, hevur snørt fyri posabandið síðan 1946, og verður lagt undir ta hugsan, at ongin fólkaatkvøða nakrantíð aftur kann geva fólki møguleika at velja nakað annað.

Í grein eftir Helga Abrahamsen verður Tjóðveldi kosið ódemokratiskt, hevur snørt fyri posabandið síðan 1946, og verður lagt undir ta hugsan, at ongin fólkaatkvøða nakrantíð aftur kann geva fólki møguleika at velja nakað annað.

Posabandið loysnaði í ’46

Tað er rættiliga ørkymlandi, at ein tingmaður í bestu árum í 2014 kann ganga við slíkum fordómsfullum hugsanum um síni samstarvsfólk á tingi og tjóðveldisfólk sum heild!

Væl veit eg, at Sambandsflokkurin er ein konservativur flokkur, og at tað neyvan kann spyrjast nógv annað enn konservativ hugsan frá sambandsfólki, sum jú hava sum fremsta mál at varðveita status quo, og illa kann væntast framtíðarhugsjónir, ið vilja nakað annað enn verandi. Men tingmaðurin noyðist at góðtaka, at tjóðveldisfólk ikki eru vanabundin hugsandi, ið líta niður í húðarskógvarnar og binda posabond. Hinvegin skilja vit søguna, seta hana í samanhang og brúka hana í verki, ásannandi, at tann, ið ikki skilur søguna, hann er dømdur at endurtaka hana. Í 46 loysnaði posabandi, og fólkaræðið talaði, soleiðis var tað!

Misskilur við vilja

Tingmaðurin leggur flokkin undir at vera ódemokratiskan og ikki at góðtaka aðra hugsan, tá hann sigur, at: “Eingin fólkaatkvøða skal nakrantíð aftur geva Føroya fólki møguleika at velja nakað, sum ikki samsvarar við fólkaatkvøðuna í 1946.” og at “Hetta er beint ímóti tí demokratiska prinsippinum.”

Hvaðani tingmaðurin hevur hasar niðurstøðurnar um Tjóðveldi er mær ein gáta. Misskilur maðurin við vilja? Møguleikin at velja nakað annað, má altíð vera til staðar. Tað er hetta Tjóðveldi hevur sum framsta mál. Vit kunnu nevniliga ikki krevja, at nútíðarfólk skulu vera bundin av tí, sum forfedrarnir valdu at ganga, í fótasporunum á dønum, tá tað passar okkum og ganga egnar leiðir, tá tað passar okkum. Eins og løgmaður fremur uttanríkismál, tá tað líkar honum, og avreiðir alt til danir, tá tað líkar honum.

Vit eru víðari…

At vilja sjálvræði grundað á stovningarsáttmálan hjá ST og sáttmálar felagsskapsins um borgarlig og stjórnmálalig rættindi er kanska herskin biti hjá summum. Men hann er rættiliga viðkomandi fyri stóran part av Føroya fólki.

Og at kalla 14. september at køva demokratiið tykir mær hjálparleyst. Her misskilur tingmaðurin høvuðsmunirnar á flokkunum báðum, sum annars tykjast skilja væl ymsu fatanirnar og at virða tær. Tað man helst vera troyttandi, tá hugsanirnar hjá tingmanninum passa so illa til veruleikan.

Tí útgangsstøðið hjá Tjóðveldi er fólkaræði, at føroyingar ráða í Føroyum, eins og onnur ráða sær. Vit vilja hava sjálvræði, og vit fara ongantíð at gera sum Helgi Abrahamsen og flokkurin hansara, at kjálkamussa Thorning við tøkk fyri boykott ella hanga í skjúrtufaldi hennara eftir blokki.

Vit vilja hava loysing! Tí eru vit í hvør sínum flokki, Helgi Abrahamsen.

Áheitan mín henda 14. september skal vera, at Føroya fólk koma víðari, gloyma sambandið og velja fólkaræði!

Óluva Klettskarð